Fótbóltur

Á tíðindafundi við KÍ: - Føroyskur fótbóltur avgjørt ment seg

Mikkjal Thomassen og Páll Klettskarð ásannaðu, at tað verður talan um eina sera trupla uppgáva móti Zalgiris í annaðkvøld.

Mikkjal Thomassen (Mynd: Sverri Egholm)

Mikkjal Thomassen (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-18 19:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilnius, Litava (Portalurin) - Undan venjingini hjá KÍ á LFF leikvøllinum var tíðindafundur. Fyrst var tað KÍ, ið átti tørn. Liðformaðurin, Páll A. Klettskarð hitti tíðindafólk saman við Mikkjal K. Thomassen, høvuðsvenjara. Nakrir litaviskir tíðindamenn vóru saman við okkum trimum føroyingum.

Mikkjal Thomassen fekk orðið fyrst. KÍ-venjarin segði, at tað var eitt gott upplivllsi at vera við í Evropa League, og hann fegnaðist eisini um at vera í Vilnius, ið hann lýsti sum eitt sera gott stað. Mikkjal segði, at eftir at hava sligið Birkirkara út í Preliminary Round, so var hetta eitt stig upp í góðsku. 42-ára gamli venjarin segði seg í stóran mun vera nøgdan við fyrsta dystin, har KÍ hevði gott tamarhald á, men lat mál inn uppá deyðbóltar, ið annars er ein styrki hjá KÍ.

Páll Klettskarð (Mynd: Sverri Egholm)

Páll Klettskarð fekk síðani orðið. 28-ára gamli áleyparin ásannaði, at uppgávan verður sera trupul. Hann segði eisini, at Zalgiris helst verður á bóltinum meira, men at KÍ sjálvandi mátti skora.

Ein litaviskur tíðindamaður spurdi Mikkjal og Páll um støði á føroyskum fótbólti, og um tað var vaksandi. Báðir søgdu at talan var um eina stóra og góða menning seinastu árini, ið kann síggjast í at lið koma víðari í Evropa og eisini á landsliðnum. Mikkjal vísti eisini á stóra áhugan fyri fótbólti í Føroyum og stóra talið av leikarum.

(Mynd: Sverri Egholm)

Til seinast varð Mikkjal spurdur um, hvussu dysturin í morgin ferð at mynda seg. Hann segði, at tað var umráðandi, at tað ikki var “ game over”  eftir 15 minuttir, og at Zalgiris helst fór at royna at stýra dystinum og leikferðini. Mikkjal Thomassen vísti á, at um Zalgiris fór at vera varið í sínum útgangsstøði, so kundi KÍ vera meira ágangdi og søkja at.

KÍ hevur júst havt sína venjing á LFF leikvøllinum. Dysturin byrjar klokkan 20 lokala tíð í morgin; klokkan 18 føroyska tíð.

Sí eisini: Myndir: Seinastu fyrireikingarnar hjá klaksvíkingum í Litava

Sí eisini: Video: Borgarstjórin trýr uppá KÍ-sensatión

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder