Magdeburg, Týskland (Portalurin) - Sigurin kom ongantíð veruliga í vanda í seinna hálvleiki í GETEC Arena, har yvir 1.000 fólk sóu dystin millum Føroyar og Japan beinleiðis. Føroyska leiðslan kom í løtum upp á sjey mál men kom til endans niður aftur á fimm mál. Hetta var vegna nakrar brendar møguleikar, og at føroyska verjan ongantíð veruliga fekk tamarhald á skjóta og góða japanska álopsspælinum.
Les meira um 1. hálvleik her: Álopsódn í fyrra hálvleiki
Pauli Jacobsen fekk nakrar bjargingar eftir steðgin, og vísti stríðsanda tá hann tríggjar minuttir fyri tíð setti kroppin uppá spæl fyri at bjarga skoti. Hetta gjørdist tó ongantíð dagurin hjá honum ella verjupartinum, sum kviku japanararnir góvu nógv høvuðbrýggj og sum hevur nakað at arbeiða við.
Tá Føroyar tó megnaðu at skora 39 mál - uppá yvir 70 prosent av skotunum - so kostaði hetta ikki stig. Sigurin á asiatisku meistarunum merkir, at um Spania um eina løtu vinnur á Angola, sum væntað er, so eru okkara víðari til høvuðsumfarið í Hannover sunnudag og mánadagin.
Fegnir føroyskir spælarar fara út til áskoðararnir eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir, samrøður og annað seinni. Tøl frá dystinum niðanfyri:
HM-endaspæl fyri U21-landslið - Bólkur D
Í dag, hósagin 22. juni í GETEC Arena í Magdeburg
Føroyar - Japan 39-34 (21-17)
Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 9-7
15 min: 13-10
20 min: 15-12
25 min: 18-14
30 min: 21-17
35 min: 24-19
40 min: 28-22
45 min: 32-26
50 min: 35-28
55 min: 36-31
Føroysku málskjúttarnir:
Hákun West av Teigum 11 (1)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 (2)
Janus Dam Djurhuus 6
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Pauli Mittún 3
Ísak Vedelsbøl 2
Pauli Høj 1
Bjarni í Selvindi 1
Flest upplegg (assist):
Elias Ellefsen á Skipagøtu 12
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Pauli Mittún 4
Dagsins spælari: Hákun West av Teigum
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 7/33 = 21 prosent
Aleksandar "Sasha" Lacok 5/13 = 48 prosent
"Skoteffektivitetur" hjá Føroyum (mál/skot): 39/54 = 72 prosent
Tekniskar villur:
Japan: 6
Føroyar: 4
Útvísingar:
Føroyar: 3
Japan: 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald