AB tók í kvøld ímóti Skála. Talan var ikki beinleiðis um ein lagnudyst, men tað var ein sera týðandi dystur í botnstríðnum.
Myndir frá dystinum
Tá samanumkom vóru bæði liðini ónøgd. Skála megnaði ikki at hála inn á AB og hini liðini, ið eru í botnstríðnum, og argjamenn tóku ikki av møguleikanum at vinna á botnproppinum á heimavølli og fáa veruliga luft niður til aftasta plássið.
Sorin Anghel vendi aftur til Argir og var rímiliga nær við at fáa ein sigur - hann fekk so sítt fyrsta stig sum venjari hjá Skála (Mynd: Sverri Egholm)
Tað varð ongantíð ein dystur, har málmøguleikarnir vóru nógvir. AB byrjaði betri men fekk ikki av álvara lagt trýst á útiliðið. Jan Ingason Hansen hevði miskeiðis í 1. hálvleiki eina fína roynd, og áleið tíggju minuttir fyri hálvleik sló toppskjúttin hjá Skála til. Eftir eitt langt innkast datt bólturin fyri føturnar á Andreasi Egeberg. Hann smekkaði til ímóti málinum, bólturin sprakk frá beininum hjá Dánjali Reginssyni og so var Jan knappur og fimur. Nummar 18 hjá Skála vendi ikki móti málinum, men lyftti beinið upp og stýrdi hegnisliga bóltin í málið aftanfyri Bjarta Vitalis Mørk, ið ikki fekk tíð at reagera.
39-ára gamli Jonhard Frederiksberg spældi allar 90 minuttirnar fyri Skála í kvøld á høgra bakki, og hann gjørdi tað sera væl (Mynd: Sverri Egholm)
AB byrjaði eisini 2. hálvleik rímiliga væl, men talan gjørdist ongantíð um veruligar málmøguleikar. Jasper van der Heyden manglaði, og tyngd manglaði í álopspartinum - tað allarmesta hekk á Bjarka Nielsen. Men so kom Adeshina Lawalinn. 35-ára gamli áleyparin, ið kom frá Víkingi í vetur, hevði ikki skorað undan dystinum í kvøld, men leikarin úr Nigeria var lívligur frá byrjan og gav Skála nakrar trupulleikar. Teir appelsinlittu høvdu annars gott tamarhald á støðuni og arbeiddu sera væl. Tað sást, at sera nógv varð lagt fyri fyri at fáa trý stig í hús, men so hendi tað, sum so ofta er hent í ár hjá Skála, tá eitt gott úrslit hevur verið á veg.
Eftir eina frísparksstøðu, tá beint yvir eitt korter var eftir, fekk útiliðið ikki ruddað heilt burtur, innlegg kom úr vinstru, Sørin Samuelsen fekk hart kroystur lagt útfrá til Lawal, ið tók eitt lítið trekk, eingin Skála-leikari kom fyri, og so smekkaði nummar 30 hjá AB bóltin bóltin framvið Bárði á Reynatrøð við vinstra beininum. Eftir hetta lá tað meira til AB, eitt sindur meira lív kom í hjá heimaliðnum, og teir hóttu eitt sindur. Ronni Møller-Iveren hevði eisini eitt fínt langskot hjá Skála, men tað endaði 1-1.
Skála megnaði ikki at halda Adeshina Lawal frá at skora (Mynd: Sverri Egholm)
AB hevur nú havt bæði TB og Skála á vitjan hesa vikuna. Úrtøkan hevur bert verið tvey stig, og argjamenn leita framvegis eftir fyrsta sigrinum. Tað ger Skála, men munurin er, at Skála bert hava fingið stig tvær ferðir í ár, í báðum førum sum úrslit av 1-1 javnleiki móti AB, meðan AB hevur sjey javnleikir. Úrsltiið var tí eitt sindur betur fyri AB; eisini tí at Skála var á odda. Tað er nú byrjað at minkað, tá tá kemur til teir helt góðu og realistisku møguleikarnar hjá Skála fyri at fáa neyðugu stigini. Liðið hevur tapt tvær ferðir móti EB/Streymi, móti TB á heimavølli (einasti sigur hjá TB í ár) og hevur nú spælt tveir javnleikir móti AB, ið er fimm stig frammanfyri.
Fríggjadagin 07.08
AB - Skála 1-1 (0-1)
34' Jan Ingason Hansen 0-1
74' Adeshina Lawal 1-1
Úrsltini í gjár:
ÍF - NSÍ 0-1 (0-1)
30' Jesper Christjansen 0-1
Myndir: ÍF - NSÍ
B36 - TB 4-1 (1-1)
16' Benjamin Heinesen 1-0
25' Poul Ingason 1-1
58' Meinhard Egilsson Olsen 2-1
65' Stefan Radosavljevic 3-1
89' Stefan Radosavljevic 4-1
Myndir: B36 - TB
Víkingur - HB 1-3 (0-1)
20' Pætur Petersen 0-1
78' Hilmar Leon Jakobsen 0-2
81' Sølvi Vatnhamar (br.) 1-2
85' Mikkel Dahl 1-3
Myndir: Víkingur - HB
EB/Streymur - KÍ 0-7 (0-3)
11' Páll Andrasson Klettskarð 0-1
27' Patrik Johannesen 0-2
37' Deni Pavlovic 0-3
66' Jóannes Kalsø Danielsen 0-4
70' Jonn Johannessen 0-5
71' Jonn Johannessen 0-6
89' Jóannes Bjartalíð 0-7
Støðan:
1. HB 43 stig (16 dystir)
2. KÍ 38 stig (16 dystir)
3. B36 37 stig (16 dystir)
4. NSÍ 35 stig (16 dystir)
5. Víkingur 23 stig (15 dystir)
6. ÍF 20 stig (15 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (15 dystir)
8. TB 7 stig (15 dystir)
9. AB 7 stig (16 dystir)
10. Skála 2 stig (16 dystir)
Komandi umfar (16.):
11.08: KÍ - ÍF
12.08: NSÍ - Víkingur
HB - AB
Skála - B36
16.08: TB - EB/Streymur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald