Fótbóltur

AB verður aftur at síggja í Betrideildini í 2022

AB fekk javnleik á Sandi, og hetta var nóg mikið til at enda nummar trý og at flyta upp aftur eftir eitt ár í 1. deild. Teitur Jóanessarson skoraði til 1-1 í inntensa dystinum, og hetta gjørdist avgerandi.

B71 var eina løtu á uppflytingarkós, men tað eydnaðist argjamonnum at fáa eitt stig í uppflytingarfinaluni (Skíggjamynd: Televarpið)

B71 var eina løtu á uppflytingarkós, men tað eydnaðist argjamonnum at fáa eitt stig í uppflytingarfinaluni (Skíggjamynd: Televarpið)

2021-11-07 16:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey bæði liðini, sum fluttu niður úr Betrideildini í fjør, steðgaðu bert eitt ár í 1. deild. Hetta er greitt eftir avgerandi dystin á Sandi í dag. Skála tryggjaði sær uppflyting og gull í síðsta mánaða, og eftir tógvið stríð megnaði AB at knógva B71. Sandoyingar hava megnað at hanga í AB, ið ikki vann nakran dyst í september, men sum nú gjørdi arbeiðið liðugt.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2016, at tvey lið flyta beinleiðis upp í Betrideildina. Tá vóru tað EB/Streymur og 07 Vestur, ið endaði ávíkavist nummar eitt og tvey í 1. deild, og triðja plássið hjá FC Suðuroy var ikki nóg mikið. Tað var tað hjá AB hesuferð - Víkingur endaði við silvurkrónunum. AB og Skála avloysa ÍF og TB í Betrideildini til næsta ár. Tey bæði liðini, ið fluttu upp í fjør - 07 Vestur og B68 - hildu sær bæði uppi eftir góð avrik í ár.

B68 tryggjaði sær sæti í Betrideildini 2021 við sigri á AB í upp- og niðurflytingardysti. Nú eru argjamenn aftur í fremstu røð, eftir at hava fingið gott úrslit í avgerandi dysti um plássið.


B71 var á uppflytingarkós - fingu ikki lagt trýst á í 2. hálvleiki

Tað var annars heimaliðið, ið byrjaði betri í útsetta dystinum. B71 var ágangandi, og sum heild varð byrjað við nógvari leikferð og inntensiteti. Teir í gulum høvdu tvær góðar støður, áðrenn hol kom á. Uppskriftin var einføld: Langt útspark frá málverjanum Jóhan Herálvi Hentze, royndi toppskjúttin Clayton Soares snittaði bóltin væl víðari, Tijani Mohammed rann rætt, og nakað spískt og í ójavnvág fekk hann sent eitt skot móti málinum. Danin Anders Ploughmann Nagel fekk ikki vart fyri tí, og so var stórur fagnaður í B71-leguni, á vaktum, teimum sum høvdu stilla seg í grasi nakað frá vøllinum sjálum og í mongu bilunum við vøllin.

B71 hevur ikki verið í Betrideildini síðani 2011, men var í 25 minuttir á uppflytingarkós. AB kom skjótt betri inn í dystin, og tendringin í honum var stór; vakurt fótbóltsspæl var ikki í miðdeplinum, men menn á báðum liðnum stríddist veruliga til sítt ítarsta. Petur Reinert lat fyri tað mesta spælið koyra, og nærdystirnir vóru nógvir. Tað er ikki so løgið, tá nógv er uppá spæl - eftir 33 minuttir gav ein nærdystur tætt við B71-brotsteigin og nakað til vinstru fríspark til AB. Royndin frá eyðsýnda og stríðsfúsa dananum, Ardit Murati, gav ikki mál, men eftir tveir returbóltar, endaði bólturin hjá Teiti Jóannesarssyni, og høgi miðverjin fekk akkurat beint bóltin um linjuna, hóast Jóhan Herálvur hevði hondina á og royndi sítt ítarsta. Ivamál var, um rangstøða var, tí sandoyingar vildu vera við, at hjálpardómarin hevði havt flaggið á lofti, men mál var, og so hevði AB úrslitið, ið var nóg mikið til uppflyting.

Argjamenn løgdu væl frá brots eftir steðgin og høvdu støður til at leggja seg á odda, men B71 stríddist ímóti, og so hvørt fór fokus hjá AB meira yvir til at halda úrslitið. Hetta eydnaðist, tí liðið stríddist væl saman og tyktist væl skipað, meðan B71 hevði ilt við at skapa møguleikar. Til tíðir tyktist tað vera ivasamt, um ætlanin var at flyta bóltin meira eftir jørð og síðani koma til innlegsstøður ella at savna nógvar leikrarar langt uppi á vøllinum og sparka niðan. Tað gjørdist ongantíð heilt vandamikið frammanfyri AB-málið; tað manglaði góðska á síðsta triðinginum hjá B71, og harvið kundi teir í bordeaux/vínreyðum fegnast, tá Petur Reinert bríkslaði fyri seinastu ferð. Nú kunnu tey á Argjum av álvara fara undir fyrireikingarnar til 2022, og Jonas Dal Andersen, ítróttarstjóri, sum í dag eisini sást við síðulinjuna, fer helst skjótt at fáa fatur á nøkrum nýggjum leikarum.


27. umfar í 1. deild - 07.11.2021 
B71 - AB 1-1 (1-1)
11' Tijani Mohammed 1-0
35' Teitur Jóannesarson 1-1

AB endaði á triðja plássi við 44 stigum - B71 á fjórða plássi við 42 stigum. Skála vann deildina

Myndir frá dystinum seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder