Fótbóltur

AC Milan og Juventus býta um leikarar

Bonucci skiftir aftur til Juventus, meðan Higuain nú skal skjóta mál fyri AC Milan.

2018-08-02 18:10 Author image
Ari av Rana

Juventus og AC Milan fara í dag at gera ein stóran býtishandil. Bæði liðini hava í dag boða frá, at tey hava stjørnuleikarar til læknakanning, áðrenn skiftini koma uppá pláss.

Juventus hevur deilt eina mynd á sosialu miðlunum av fyrrverandi verjuleikara sínum Leonardo Bonucci, sum skifti úr Juventus til AC Milan fyri einum ári síðani. Nú verður hann aftur at síggja í svørt-hvítu troyggjuni. Italski Bonucci verður av mongu mettur at verða heimsins besti verjuleikari.

Gonzalo Higuain hevur seinastu árini skora eina rúgvu av málum fyri Juventus. Komandi kappingarár skal hann royna at gera tað saman fyri AC Milan. 30 ára gamli Higuain skifti í 2016 frá Napoli til Juventus, har hann skoraði 55 mál í 105 dystum. Men nú Cristiano Ronaldo skifti til Juventus, verður torført at finna pláss til argentinan. Higuain verður fyrst leigaður í eitt ár, áðrenn AC Milan keypir leikaran.

placeholder
placeholder