Eftir dystin á Argjum sunnudagin varð nógv tosað og skrivað um Adrian Justinussen - bæði her á landi og úti í heimi. Sjey'arin hjá HB smekkaði trý fríspørk í AB-málið uppá minni enn tíggju minuttir og skoraði eitt annað framúr mál.
Seks mál í trimum teimum fyrstu dystunum var úrtøkan, og tað lá í luftini, at Adrian fór at skora okkurt í kvøld móti Vìkingi, ið 21-ára gamli leikarin hevur góð hagtøl ímóti.
HB kom sera væl frá byrjan, og tað var 1-0 eftir góðar tíggju minuttir, tá spælið stegðaði upp og sjey'arin hjá HB lá á vøllinum. Adrian stó fastur í vøllinum og fekk ikki hildið fram, hóast roynt varð við viðgerð eina løtu. Hann fekk eina forbinding um niðasta part av høgra beinið, ið hevur staðið fyri so nógvum góðum málum.
Læknatoymið hjá HB og Atli Gregersen kanna støðuna hjá toppskjúttanum (Mynd: Sverri Egholm)
Eftir dystin sást Adrian koma aftur í Gundadal á høkjum. Hann hevur verið á Landssjúkrahúsinum. Norska TV2 skrivar, at frísparkssnillingurin hevur verið í røntguni og tikið myndir av einari tá. Tað er ivasamt, um tað er júst tað, tí tað bendir meira á, at tað er uttarasíðan á høgra beini. Tað er møguligt, at talan er um eitt brot av onkrum slag. Í øllum førum tykist tað ikki vera nøkur vón fyri, at Adrian spælir í oddadystinum móti B36 mánadagin. Sum skilst skal hann kannast nærri í morgin, og tá verður meira greitt , júst hvussu álvarsamur skaðin er.
Dagført 22.36: Adrian Justinussen hevur staðfest fyri in.fo, at talan er um eitt brot í einum beini í fótinum, og at hann veðrur úti í seks vikur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald