Fótbóltur

Adrian avloysir Mads

Ein skaði ger, at Mads Boe Mikkelsen ikki verður við kortini, tá A-landsliðið fer á venjingarlegu í suðurspania í næstum. Í staðin hevur landsliðsvenjarin boðsent Adrian Justinussen úr HB.

Adrian Justinussen avloysir Mads Boe Mikkelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm

Adrian Justinussen avloysir Mads Boe Mikkelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm

2022-03-20 11:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Tá A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson fyrr í vikuni kunngjørdi hópin til venjingarleguna, sum verður í Suðurspania frá 21. til 30. mars, var eitt spildurnýtt navn í A-landsliðshøpi millum teir 24 spælararnar, ið vóru úttiknir.

Talan var um Mads Boe Mikkelsen úr KÍ.

Men nú er greitt, at tað verður ikki á hesum sinni, at Mads Boe Mikkelsen fær sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum.

Ein skaði argar, og mett verður, at Mads ikki er nóg birgur til landsliðsfótbólt í næstum. Hann verður tískil ikki við, tá føroyski hópurin tíðliga mánamorgunin setir kós móti Marbella í suðurspania.

Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Adriani Justinussen úr HB.

Á venjingarleguni skal føroyska landsliðið eisini spæla tveir venjingardystir. Leygardagin 26. mars klokkan 17:00, føroyska tíð, spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og týsdagin 29. mars klokkan 16:00, føroyska tíð, spæla Føroyar og Liktinstein á Pinatar Arena í Murcia í Spania.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder