Fótbóltur

Adrian er aftur á A-landsliðnum

Mads Boe Mikkelsen er eisini nýggjur í hópinum, í mun til seinast. Pláss er ikki fyri Bartali Wardum og Stefani Radosavljevic hesaferð, og royndir landsliðsspælarar eru heldur ikki á listanum.

Hann hevur spælt ógvuliga væl í seinnu hálvu fyri HB og fer helst aðrastaðni at royna seg nú - nú kann hann møguliga endliga aftur vísa seg á landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Hann hevur spælt ógvuliga væl í seinnu hálvu fyri HB og fer helst aðrastaðni at royna seg nú - nú kann hann møguliga endliga aftur vísa seg á landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-06 10:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Håkan Ericson hevur júst kunngjørt hópin, sum skal spæla venjingardyst í Noreg 16. november og ársins síðsta undankappingardyst í Albania 20. november.

25-ára gamli Adrian Justinussen hevur bert spælt ein A-landsdyst, men nú er størsti álopskendi profilurin hjá HB við aftur fyri fyrstu ferð síðani tíðliga í fjør. Mads Boe Mikkelsen skoraði í fyrsta dystinum í ár, sum var í Moldova. Hann hevur verið skaðadarvaður og ikki fastur av teimum føstu ellivu hjá KÍ í stóru dystunum, men fær nú møguleikan at koma innaftur í landsliðshópin.

Hesir báðir kreativu miðvallararnir avloysa Stefan Radosavljevic, sum hevur spælt lítið í Sligo Rovers seinastu tveir mánaðirnar, og Bartal Wardum. Gunnar Vatnhamar er hesaferð úttikin sum miðverji.

[object Object]
Svenski landsliðsvenjarin hjá Føroyum í FSF-húsinum í morgun (Mynd: Sverri Egholm)

Teitur Matras Gestsson og Gilli Rólantsson Sørensen vóru ikki tøkir vegna skaða í síðsta mánaða. 31-ára gomlu spælararnir eru ikki við nú heldur. Teitur hevur sjálvur sett seg sum ikki tøkan til hesar dystirnar, sjálvt um hann spældi steypafinalu leygardagin. Landsliðsvenjarin váttaði í viðtalu fyri Televarpinum fyri løtu síðani, at royndi málverjin sjálvur hevur tikið avgerðina. Mattias Lamhauge hevur vart málið allar dystirnar í heyst, og hevur B36-málverjin staðið væl.

Landsliðsvenjarin metir sjálvur, at Gilli ikki er nóg klárur, í mun til kappingarneytarnar. Tvørmaðurin spældi 120 minuttir fyri Vejle í síðstu viku, men var sjúkur í vikuskiftinum og tí ikki í hópinum til dystin móti FC Nordsjælland. Hann hevur annars vant í fulldrøn við Superliga-felagnum seinastu vikurnar.

Hallur Hansson er heldur ikki í hópinum hesaferð. Hann spældi ikki móti Víkingi seinast, og sum skilst er miðvallarin ivasmur til Conference League-dystin í Slovenia hósdagin. 31-ára gamli KÍ-spælarin er framvegis landsliðsskipari men stríðist eitt sindur við fylgiskaðar eftir knæskaðan. Hetta og ikki so støðug spælitíð eru nóg mikið at halda Halli uttanfyri í løtuni.

Sí hvat Håkan Ericson segði um støðuna viðvíkjandi Halli í síðsta mánað, umframt Hallursa egnu uppliving, her: 
Hallur Hansson og at spæla á hægri stigi
Hallur: - Skal ikki vera partur av nøkrum "drama"

Føroyar hava trupulleikar við at skora og at koma til málmøguleikar sum heild, men tað er framvegis ikki pláss fyri Páll Andrasson Klettskarð, ið skoraði 17 mál í 23 dystum í Betrideildini, hevur avgjørt oddadystur áðrenn og eftir skaðan í summar og sum gjørdi frálíkt mál í bólkaspælsdysti fyri stuttum.

At Víkingur hevur vunnið 13 dystir á rað, sæst heldur ikki aftur. Gamaní eru fleiri U21-spælarar úr Víkingi, Geza Turi hevur ikki føroyskt pass, men ein maður sum Arnbjørn Svensson kundi verið eitt spennandi og upplagt boð: Hann er 24 ár og hevur verið ógvuliga støðugur og stinnur í miðverjuni, sum hevur latið fimm mál inn seinastu 13 dystirnar.

Hópurin: 

Málverjar: 
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB

Verjuspælarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)

Miðvallarar:
Adrian Rúnason Justinussen, HB*
Mads Boe Mikkelsen, KÍ*
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Andrass Johansen, B36
Jóannes Bjartalíð , Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)

Áleyparar: 
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen, El Paso (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

*Nýggir í hópinum
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder