Fótbóltur

Adrian og Daniel skoraðu í 5-2 sigri hjá Hillerød

Tað var móti liðnum hjá skadda Hørði Askham, at Adrian Justinussen breyt sín málturk í 2025, og Daniel Johansen aftur var við í málum. Til ber at síggja hæddarpunkt her.

2025-04-21 12:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan gjørdist um eini góð páskir hjá Hillerød Fodbold, sum í gjár vann 5-2 á Roskilde. 

Tveir javngamlir føroyingar spæla við Hillerød, meðan Hørður Askham (Roskilde FC) er langtíðarskaddur.

Tað var toppur móti botni í niðara endaspælinum í næstbestu donsku deildini, tá Roskilde vitjaði "Right to Dream Park" 1. páskadag. Hetta sást eisini í 2. hálvleiki, har Hillerød skoraði fýra ferðir.

Gestirnir komu annars á odda eftir 13 minuttir, men smáar tíggju minuttir seinni sendi Adrian Rúnason Justinussen trygt bóltin niður í longra málhornið.

Hetta var eftir, at Hillerød trillaði bóltin eitt sindur runt í Roskilde-brotsteignum. Adrian byrjaði hetta; talan var um fyrsta kappingarmálið hjá 26-ára gamla føroyinginum síðani 1. november 2024 - harvið var hetta tað fyrsta málið hjá vonginum í ár

[object Object]
Daniel Johansen til landsliðsvenjing í september í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eftir steðgin revsaði Hillrød nøkur mistøk hjá Roskilde. Gestirnir minkaðu um munin, tá eitt korter var eftir, men so skoraði fyrrverandi TB-miðverjin Rasmus Møller til 4-2, áðrenn Daniel Johansen í yvirtíðini setti bóltin í netið.

Daniel hevur í seinastuni verið við í fleiri málum hjá Hillerød. Vinstri vongbakkurin legði innfyri í sambandi við 4-2 málið, og fangaði bóltin eftir eitt mistak í yvirtíðini.

Sí hææddarpunkt HER (TV3 Sport)

Fimm umfør eru eftir í næstbestu donsku deildini. Hillrerød liggur til at vinna niðara endaspælið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder