Fótbóltur

Adrian-perla úr yvir 40 metrum í 2-0 sigri í Sarpugerði

HB var omaná móti Víkingi, tá liðini tíðliga seinnapartin hittust til venjingardyst - eina viku undan at Betrideildin fer í gongd.

Adrian Justinussen skoraði aftur eitt frálíkt mál ímóti Víkingi, ið manglaði Sølva Vatnhamar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Adrian Justinussen skoraði aftur eitt frálíkt mál ímóti Víkingi, ið manglaði Sølva Vatnhamar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-02 15:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var als ikki týðiligt, at Víkingur er í gongd við at umleggja sín leikhátt undir nýggja venjaranum, Eyðuni Klakstein, tá liðið í dag tók ímóti HB í Sarpugerði. Til tað var HB-liðið alt ov ágangandi og vælskipað, og serliga í fyrra hálvleiki var HB av álvara omaná í spælinum. So skjótt sum Víkingur fekk fatur á bóltinum, var trýsti á bólthaldaranum, og í økinum rundanum, hart, og útiliðið vann fleiri bóltar høgt á vøllinum. Eitt sigandi um leikgongdina var, at Finnur Justinussen, sum byrjaði á høgra vongi, fyri tað mesta nart við bóltin, tá hann skuldi sparka burtur í ella tætt við egnan brotsteig.

HB hevði hóast leikligu yvirvágina trupult við at spæla seg til opnar málmøguleikar - talan gjørdist ístaðin um nakrar góðar støður. Fimm minuttir fyri hálvleik datt bólturin til Lukasz Cieslewicz í HB-brotsteignum eftir eitt langt innkast frá Lava. Teitur Gestsson bjargaði skotroyndini frá Lukaszi, og lítla løtu seinni lá bólturin í Víkinga-málinum. René Shaki varð sendur avstað, eftir at HB fekk fatur á bóltinum uttanfyri egnan brotsteig í støðuni eftir skotrroyndina frá fyrrverandi B36-leikaranum. Hann hevði bara Atla Gregersen yvirfyri sær, tí so nógvir Víkinga-leikarar vóru frammi, og Pætur Petersen rann hinugmegin Atla. Skálvíkingurin fekk bóltin prikaðan yvirum til sín og legði hann trygt framvið Eliasi Rasmussen.

[object Object]
Pætur Petersen, ið vanliga er á kantinum, byrjaði sum fremsti maður hjá HB í dag. Hann skoraði til 1-0 og var eyðsýndur við sínum ágangandi trýsti (Mynd: Sverri Egholm) 

Í 2. hálvleiki kom Víkingur í løtum longur fram á vøllin, tó uttan at hótta málið hjá HB. Ein rúgva av høpisleysum sendingum var ein av stóru trupulleikunum hjá teimum ljósabláu. Teir reyð-svørtu vóru ikki eins ágangandi allan 2. hálvleik, men høvdu tó tamarhald á dystinum.

Tíggju minuttir fyri leiklok kom ein sonn perla. Adrian Justinussen hevur fingið til vana at skora móti sínum gamla felagið, og hann vísti av álvara sín framúr sparkiteknikk, tá hann úr yvir 40 metrum sendi bóltin í Víkinga-málið. Kantspælarin fekk bóltin á miðlinjuni, trekti fram, sá at Elias stóð nakað úr málinum, og bólturin silgdi vakurt í Víkinga-málið.

Nógvir ungir leikarar komu á vøllin í 2. hálvleiki, serliga hjá Víkingi, men har serliga teir hjá HB, ið eisini høvdu betri umstøður, vístu seg væl fram. Samanumtikið var talan um ein fínan venjingardyst, tá hugsað veðrur um, at dystarsteðgur hevur verið so leingi, tó at liðini hava ilt við at skapa málmøguleikar. Hjá Víkingi sást eisini, at samanspælið skal gerast betri, Havast skal tó í huga, at HB-liðið hevur eitt væl samanhangandi presspæl, og í høvuðsheitinum hevur leikarar, ið egna seg sera væl til at leggja høgt og ágangandi trýst. Eisini var týðiligt, at Sølvi Vatnhamar manglaði. Landsliðsleikarin hevur ein ryggskaða, ið ger, at hann helst ikki verður tøkur um viku, tá Betrideildin fer í gongd.

Venjingardystur 02.05 í Sarpugerði
Víkingur – HB 0-2 (0-1)
42’ Pætur Petersen 1-0 (Upplegg: René Shaki Joensen)
79’ Adrian Rúnasson Justinussen (Upplegg: Mikkel Frankoch)

Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Bergur Gregersen – Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen – Finnur Justinussen, Lukasz Cieslewicz, Jákup Johansen – Andreas Lava Olsen

Komu inn í 2. hálvleiki: Noah Mneney, Elias Lervig, Hans Jákup Lervig, Ingi Jonhardsen, Geza David Turi, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Arnbjørn Svensson

HB (4-1-4-1): Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Mikkel Frankoch – René Shaki Joensen, Mathias Nygaard, Dan í Soylu, Adrian Rúnason Justinussen – Pætur Petersen

Komu inn í 2. hálvleiki: Samuel Johansen Chukwudi, Øssur Dalbúð, Ási Pálsson Dam, Dánjal Reginsson

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder