Fótbóltur

Afrikanska meistaraheitið verður avgjørt í november

Næstan eitt ár eftir finaluna, verður endaliga avgerðin tikin – á skrivaraborðinum – um hvør vann.

Í Casablanca í Marokko síggjast húsaveggir prýddir við stórum málningum frá finaluni (Mynd: EPA/JALAL MORCHIDI)

Í Casablanca í Marokko síggjast húsaveggir prýddir við stórum málningum frá finaluni (Mynd: EPA/JALAL MORCHIDI)

2026-10-19 19:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrst varð Senegal kosið aftikanskur meistari í fótbólti, men so varð Marokko kosið nýggjur vinnari. Men síðan varð avgerðin í afrikansku aganevndini kærd og send til altjóða ítróttadómstólin CAS.

Og har skal málið liggja í eina tíð afturat áðrenn endalig avgerðin verður tikin, um hvør gjørdist vinnarin av afrikansku fótbóltsfinaluni, sum varð spæld í januar í ár.

Les eisini: Senegal dømt at tapa AFCON-finaluna

- Dómstólurin er farin undir viðgerðina, sum heldur fram. Gerðarrættardómararnir í CAS hava tikið avgerð um at geva eina fullfiggjaða avgerð, sum inniheldur rættarligar grundgevingar. Henda tilgongdin tekur nakrar vikur, og úrskurðurin í CAS verður væntandi tøkur seinast í november, skrivar altjóða ítróttadómstólurin í tíðindaskrivi.

Senegal vann AFCON finaluna í januar 1-0 móti Marokko, men síðan kom eitt fløkt eftirspæl.

Í seinastu minuttunum fekk Marokko brotsspark eftir avgerð hjá VAR-dómarunum. Hetta fekk senegalsku leikararnar til ar rýma av vølli. Seinni vendu teir tó aftur, so dysturin kundi takast uppaftur, og so varð brotssparkið tikið, og Marokko brendi og tapti finaluna.

Marokko sendi inn klagu, og í mars mánaði tók aganevndin afrikanska fótbóltssambandinum avgerð um, at Marokko skuldi kjósast sum nýggjur vinnari.

Hetta varð ikki góðtikið í Senegal, sum kærdi avgerðina til CAS, sum nú hevur boðað frá, at avgerðin fellur síðst í november. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder