
Mánadagin 10. mars klokkan 10 verða atgongumerkini til HM play-off dystin hjá kvinnum millum Føroyar og Litava sett til sølu. Dysturin verður mikudagin 9. apríl klokkan 19 við Tjarnir.
Seinast atgongumerki til ein hondbóltslandsdyst vórðu sett til sølu, varð alt rivið vekk upp á tríggjar minuttir. Tað var til dystin millum manslandsliðini hjá Føroyum og Hollandi, sum bresta saman við Tjarnir næsta mikudag.
(Mynd: Sverri Egholm)
Møguleiki verður at keypa tvey sløg av atgongumerkjum. Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur slappa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi seks atgongumerki í hvørjum keypi.
Sølan verður á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald