Genturnar, ið eru føddar í 2006-07 hava verið partur av leikaramenningini hjá HSF og verða nú til eitt landslið.
Nú er greitt, at Agnar Joensen og Johan Hofgaard skulu venja hesar árgangir - yngsta landsliðið á kvinnusíðuni. Hesum boðar Hondbóltssambandið frá:
- Agnar Joensen hevur verið venjari í VÍF í fleiri ár, fyrst sum hjálparvenjari eftir at hann sjálvur gavst at spæla, og nú stendur hann á odda fyri mansliðnum. Johan Hofgaard hevur verið ungdómsvenjari í H71 og hjálparvenjari og málverjavenjari hjá ungdómslandsliðum áður.
Liðið skal kappast European Open í Gøtebørg um mánaðarskifti juni/juli í 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald