Hann kom til B68 úr Vejle á vetri 2022 og var í eitt og eitt hálvt ár týðandi verjuspælari hjá liðnum úr Nes kommunu.
Sambært FaroeSoccer spældi høgi og sterki miðverjin samanlagt 43 dystir í Betrideildini og í kappingini um Løgmanssteypið.
Við sínari hædd og við at vera ágangandi var Aidan Liu, umframt at vera dugnaligur at standa og stúta burtur í egnum brotsteigi, eisini ein hóttan tá B68 hevði deyðbóltar. Hann skoraði fýra mál fyri B68.
Hóast hann var umráðandi, noyddist B68 at sleppa manninum úr USA á sumri 2023. Hetta var, tá felagið á Svangaskarði var í stórum fíggjarligum trupulleikum.
Leiðin gekst til týska høvuðsstaðin. Har hevur Aidan Liu síðani spælt fast við Viktoria Berlin, sum spælir í einari av Regionaldeildunum - í fjórðbestu røð í Týsklandi.
Hetta er tó eitt gott stig - Týskland hevur eina rúgvu av góðum fótbóltsspælarum og fótbóltsfeløgum. Aidan, sum vísti seg sum vejruspælara ið tosaði og stýrdi nógv í B68, hevur eisini verið liðformaður í Berlin og staðið seg væl. So mikið væl, at boð nú vóru eftir honum úr bestu kroatisku deildini.
HNK Sibenik liggur beint omanfyri niðurflytingarstrikuna í deildini, sum í løtuni er nummar 20 av hægstu deildunum í Evropa. HNK Riejka og Hajduk Split, sum hava sligið áikavist B36 og HB úr Conference League seinastu árini, liggja nummar 1 og 2 í deildini.
Liu hevur gjørt eitt og eitt hálvt ára sáttmála við Sibenik.
Mynd: Sibenik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald