
Síðani hann kom til svenskan fótbólt hevur Mikkjal Thomasen ikki tapt serliga nógvar kappingardystir, og eftir fýra dystir í Allsvenskan 2025 er úrttøkan tíggju stig:
Tríggir sigrar og ein javnleikur.
Triði sigurin kom í hús á útivølli móti Östers í gjár.
Tað var mállest í Växjö, til tíggju minuttir vóru eftir. Tá fall bólturin til Bersant Celina eftir ein deyðbólt. Hann høgdi bóltin í netið, og so fóru Mikkjal og teir heim við trimum stigum.
Málið og nøkur hæddarpunkt - sum tá AIK kom í trupulleikar við at nýta handkløð í sambandi við deyðbóltar - síggjast omanfyri ella HER
Í hesum fjórða umfarinum tapti Hammarby (9 stig), og Malmö (8 stig) spældi aftur javnleik. Harvið er AIK Stokkholm nú einsamalt oddalið í Svøríki við tíggju stigum.
Næsta uppgáva er hóskvøldið 24. apríl - á útivølli móti Värnamo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald