Fótbóltur

Ajax København fær meira føroyska tilgongd

Landsliðsleikarin Brandur Halgirsson fylgir Sonna Larsen til danska høvuðsstaðin - Marianna Geirsdóttir Eystberg gerst liðfelagið við Onnu Brimnes og Magnu Tórðardóttir.

Ársins leikari í kvinnudeildini í fjør, Marianna Geirsdóttir Eystberg, skal nú royna seg í Keypmannahavn (Mynd: Sverri Egholm)

Ársins leikari í kvinnudeildini í fjør, Marianna Geirsdóttir Eystberg, skal nú royna seg í Keypmannahavn (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-22 07:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár kunngjørdi Ajax København á heimasíðu sínari, at 20-ára gamli føroyski landsliðsleikarin Brandur Halgirsson skiftir til Ajax København. Skiftið hevur verið á veg í eina tíð. Hann kom aftur til H71 úr týska stórfelagnum SG Flensburg-Handewitt, var við til at vinna føroyameistaraheitið farna kappingarár og nú leitar Brandur aftur útum landoddarnar at spæla hondbólt.

[object Object]
(Brandur Halgirsson - her í dysti fyri H71 seinasta kappingarár - Mynd: Sverri Egholm)

- Eg eri sera spentur uppá hendan góða møguleikan, sum eg havi fingið. Eg gleði meg at menna meg meira í einari sterkari deild. Eg eri eisini ógvuliga stoltur yvir, at gerast ein partur av einum so kendum og stórum felagið sum AJAX København. 

Nýggjur hjálparvenjari hjá AJAX København er Sonni Larsen, ið er venjari hjá Brandi á landsliðnum, og sum eisini hevði unga mannin undir hond í Hoyvík farna kappingarár. Felagið er í næstbestu deildini og miðar eftir at flyta upp í ár.

[object Object](Brandur Halgirsson, eftir at tvey-ára sáttmálin er undirskrivaður. Maðurin til høgru er Daniel Svensson, fyrrverandi stórleikari og núverandi hondbóltsviðmerkjari, ið nú er ítróttarstjóri í AJAX - Mynd: AJAX København) 


Ungi bakspælarin og miðverjin var fastur partur av A-landsliðnum í farnu undankapping.

[object Object]
(Marianna Geirsdóttir Eystberg í avgerandi FM-finaluni í fjør - Mynd: Sverri Egholm)

Farna kappingarár kom hon heldur seint í gongd, eftir at hon hevði verið og fjakkað. Hon endaði við at gerast toppskjútti, ársins áleypari og ársins leikari í SMS-deildini. Marianna Geirsdóttir Eystberg átti stóran lut í greipusigrinum hjá Kyndli - nú skiftir hon eisini føroyskan hondbólt út við AJAX København. Hetta skrivar in.fo

Anna Brimnes, ið ikki var fastur partur á Kyndlaliðnum í fjør, men sum kom til Føroyar at hjálpa til, tá avgerandi dystirnir skuldu leikast, skal eisini spæla fyri AJAX komandi ár.

[object Object]
(Magna Tórðardóttir - í dysti fyri Føroyar í 2015)

Magna Tórðardóttir er eisini vorðin partur av AJAX København í ár - hon hevur vant við síðani í januar. Magna er, eins og Anna og Marianna, uppvaksin í Kyndli. Hon gongur á Stenhus Håndbold college í Holbæk, og venur í løtuni saman við Onnu Brimnes á reserva liga-liđnum hjá AJAX, har Marianna eisini fer at byrja at venja við nú. Magna Tórðardóttir hevur royndir á føroysku ungdómslandsliðunum; han er lám og spælir sum høgri vongur og høgri bakkur. 

AJAX spælir í fremstu donsku deildini, men sambært in.fo skal Marianna, ið tók avgerðina um at fara niður seinast í juli, spæla við næstbesta liðnum ta fyrstu tíðina. 21-ára gamli vinstri bakkurin er farin til Keypmannahavnar í vikuni og fer nú í gongd at venja við stórfelagnum. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder