Hondbóltur

Ajax skelkaði danska hondbóltsheimin

Súna Krossteig Hansen skoraði trý mál í Esbjerg, tá Ajax København í fyrsta landskappingardystinum vann 19-15 á liðnum, sum er favorittur at vinna DM-gull. Úrslitið hevur vakt stóran ans.

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Rakul Wardum og Súna Krosstieg Hansen umboða allar Ajax København í ár - allar vóru við í hópinum í Esbjerg í gjár, har talan gjørdist um eitt heilt serligt kvøld (Mynd: Andreas F. Hansen)

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Rakul Wardum og Súna Krosstieg Hansen umboða allar Ajax København í ár - allar vóru við í hópinum í Esbjerg í gjár, har talan gjørdist um eitt heilt serligt kvøld (Mynd: Andreas F. Hansen)

2022-08-31 09:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður mett at verða ein av teimum heilt stóru sensatiónunum í donskum kvinnuhondbólti í nýggjari tíð: Team Esbjerg er tann størsti favorittur til at vinna DM, meðan Ajax København er ein av greiðu niðurflytingarfavorittunum, sambært flestu viðmerkjarum og veddingarfyritøkum.

Á Esbjerg-liðnum er millum annað norska Nora Mørk, ið fyri stuttum aftur varð kosin heimsins besti leikari. Danski landsliðsvenjarin og fyrrverandi EM-gullvinnarin, Jesper Jensen, stendur á odda fyri liðnum, sum gamaní var Mette Tranborg, Henny Reistad og Kristine Breistøl fyriuttan í gjárkvøldið, sum tó kortini var risafavorittur í fyrsta landskappingardystinum, sum var á heimavølli móti Ajax í gjár.

Tað gekk tó als ikki sum ætlað hjá Team Esbjerg og serliga í seinna hálvleiki, tá liðið bert fekk trý mál. Tríggir føroyskir landsliðsleikarar eru í hópinum hjá Ajax København, og tær kundu allar stórfegnast í gjárkvøldið. Súna Krossteig Hansen gjørdi bart skoraði trý av teimum 19 málunum hjá útliðnum, og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen spældi eisini Málverjin Rakul Wardum kom ikki á vøllin.

Talan er um eitt sera stórt úrslit fyri "føroyingaliðið" úr høvuðsstaðnum, men tað verður sæð sum ein gøla, um hugt verður eftir tí við Esbjerg-brillum. Hondbóltsviðmerkjarin Bent Nyegaard trúði næstan ikki sínum egnu eygum, og viðmerkjarin og venjarin Lars Rasmussen segði við hbold.dk, seg hava trupult at finna orð - báðir perspektivera við at kalla tað tað tí størstu sensatiónina í donskum kvinnuhondbólti í nógv ár. 

Venjarin hjá Esbjerg viðgekk í viðtalu við TV2, at hetta var ein ræðuligur dystur hjá sínum liðið, og at bert tíggju minuttir í dystinum vóru "okay".

Hjá Ajax var tað nógv meira enn okay, og at halda gullfavorittunum til bert trý mál í einum hálvleiki og at sigra á útivølli á hendan hátt fer helst at geva nógv til Súnu, Lív, Rakul og hinar. Ajax tapti annars við 14 málum móti Odense í steypakappingini í síðstu viku men kundi ikki droymt um betri byrjan í landskappingini.


Team Esbjerg – Ajax København 15-19 (12-13)

Kringvarpið hevði mánakvøldið eitt innslag í 3-2 um føroyingarnar í Ajax København. Til ber at síggja tað her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder