2023-05-12 18:51
Akademistjórin í KÍ hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið.
Jonas N. Nielsen kom til felagið tíðliga í fjørð, og hann hevur síðani tá staðið á odda fyri akademinum hjá KÍ. Jonas hevur verið við til at ment ungdómsfótbóltin og trivnaðin í felagnum, sigur KÍ.
Ein trý ára sáttmáli er undirskrivaður millum partarnar.
- Vit fegnast um alt arbeiði, ið Jonas hevur lagt í felagið higartil og gleðast yvir at arbeiði heldur fram, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald