
Tað gongst ikki so væl hjá nýggja felagnum hjá Áka Samuelsen, men 21-ára gamli føroyingurin fær nógv spælitíð í Noreg, og í gjár legði havnarmaðurin upp til mál.
Hetta var í høllini hjá Ranheim í Trondheim, har Sogndal vitjaði. Talan var um 3. umfar í OBOS-deildini.
Ranheim vann 4-2 í steypakappingini 13. apríl, men fekk í gjár hol á málskjótingina í landskappingini.
Tað var Áki Samuelsen, sum legði upp til sígtt fyrsta mál í norsku deildini, tá hann úr vinstru legði flatt innfyri við vinstra beininum.
Á videosamandráttinum hjá TV2 Sport omanfri - sum eisini sæst HER - síggjast nakrar støður har Áki er íblandaður. Sogndal sær út til at ansa væl eftir nummar 10 hjá Ranheim, og ungi føroyingurin hevur eisini tvey góð frísparksinnlegg.
Áki Samuelsen og Ranheim skulu skjótt hava stig á kontuna. Hóskvøldið snýr tað seg um steypadyst móti Stjørdals-Blink, sum er úr sama øki og úr einari deild lægri, áðrenn 4. umfar í OBOS-deildini er aftur um eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald