Fótbóltur

Albert Theis Nielsen til 07 Vestur

21 ára gamli hálvi sørvingurin flytir til 07 Vestur frá Tårnby – Sáttmálin varð undirskrivaður í vikuni.

Mynd: 07 Vestur

Mynd: 07 Vestur

2021-02-14 14:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

07 Vestur hevur gjørt sáttmála við 21 ára gamla Albert Theis Nielsen.

Albert Theis Nielsen er hálvur sørvingur, og flytir hann til vágafelagið frá Tårnby. Hann hevur vant við 07 Vestur í eina tíð, og í vikuni varð sáttmálin undirskrivaður.

Albert Theis Nielsen hevur roynt seg í fleiri feløgum á Keypmannahavnarleiðini seinastu árini, har hann hevur fingið nakrar dystir í donsku 2. deild, umframt at hann eisini hevur verið hjá EB/Streymi

Albert spælir, sum skilst, helst á offensivu plássunum, á miðjuni, ella í álopinum. Hann fekk eisini ein hálvleik í venjingardystinum móti ÍF leygardagin, sum endaði 1-1, eftir at Erling Myklebust javnaði uppá brotsspark, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder