Í døgunum 23.-24. juli var skipað fyri skjótikappingini, Eysturoyar Cup í Leirvík.
Veðrið var av tí allarbesta, tá Oyggjaleikaskjúttin Alex Johannesen, sum eisini eigur oyggjaleikamet frá Gibraltar, setti alla mótstøðu til viks og vann kappingina frammanfyri Esmar Joensen frá Byrsumúla.
Alex hevur einans luttikið í seks kappingum í ár, harav hevur hann vunnið gull í fýra av kappingunum. Alex er ein av høvuðsmonnunum í felagnum Eysturskot, og hevur hann ein dreym um at Eysturskot, sum er eitt spildurnýtt felag, skal fara at mennast til nakað rættuliga stórt, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Næsta kappingin, sum Eysturskot skipar fyri, verður FM í Trap-skjóting 21. august. Kappingin verður á breytini hjá Eysturskot í Leirvík.
Úrslit frá Eysturoyar Cup síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald