Fótbóltur

Allan Mørkøre skrivað undir langtíðarsáttmála í Hoyvík

Fyrrverandi landsliðsleikarin er ikki nýggjur í felagnum, men er nýggjur høvuðsungdómsvenjari. Partarnir hava gjørt ein fimm-ára sáttmála.

Mynd: FC Hoyvík

Mynd: FC Hoyvík

2020-10-29 13:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í FC Hoyvík verður arbeitt við at menna felagið, og í gjárkvøldið varð kunngjørt, at felagið hevur gjørt langtíðarsáttmála við nýggjan høvuðsungdómsvenjara.

Talan er um 48-ára gamla klaksvíkingin Allan Mørkøre. Síðani hann gavst sum leikari, hevur Allan arbeitt við ymskum aldursbólkum. Hann hevur A-prógv hartil námsfrøiliga útbúgving

FC Hoyvík skrivar, at Allan Mørkøre longu er kendur í felagnum og hevur síðsta árið verið venjari hjá gentum U15, har felagið hava sæð stór ítróttarlig og trivnarlig úrslit. Umframt at Allan sum høvuðsungdómsvenjari skal standa á odda at menna allar leikarar og venjarar í FC Hoyvík, verður hann eisini høvuðsvenjari hjá G15.

Partarnir hava skrivað undir sáttmála fyri fimm ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder