
Hann fór úr barndómsfelagnum StÍF til KA á sumri 2018, og síðani hevur Allan Norðberg spælt í íslendskum hondbólti.
Frá at hava ligið mest í niðaru hálvu á stigatalvuni í bestu íslendsku deildini og spælt á Akureyri, flutti føroyski landsliðsspælarin í 2023 til Val í Reykjavík. Har hevur Allan spælt á liði, sum kappast í oddinum í Íslandi.
Síðsta kappingarár var føroyingurin eisini stórur partur av, at Valur vann steypakappingina og serliga European Cup. Valur gjørdist fyrsta íslendska hondbóltsfelagið, sum vann evropeiska kapping. Allan Norðberg var millum teir, ið skoraði í finalu-brotskastskappingini í Athen móti Olympiakos.
Allan í finaluni í Athen (Myndir: Valur)
Sí eisini: Valur var ársins lið í Íslandi í 2024
Søga og stórur heiður til Val og nú ein nýggjur sáttmáli til Allan Norðberg. Morgunblaðið skýrir tað góð tíðindi fyri høvuðsstaðarfelagið, at royndi og fjølbroytti strandingurin hevur skrivað undir.
Sambært Vali er talan um ein sáttmála, sum er galdandi til endan av kappingarárinum 2026-2027. Harvið spælir Allan á pappírinum minst tvey ár afturat í Íslandi. Í so fall hevur kemur nú 30-ára gamli strandingurin uppá níggju ár sum yrkisspælari í grannalandinum fyri vestan.
Lámi vongurin, sum eisini kann spæla bakkur og samstundis er stinnur verjuspælari, er nú á sama liðið sum Bjarni í Selvindi. Bakkurin av Skála er eisini uppvaksin í StÍF.
Valur er í løtuni eitt stig frá 1. plássinum í Ólis-deildini og kemur í øllum førum í ovara endaspælið. Valur er tó úti av ársins steypakapping.
Allan Norðberg er úttikin til EM-undandystirnar móti Niðurlondum í mars (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald