Fótbóltur

Allar vaksnamannadeildirnar byrja aftur um vikuskiftið

22. august fara kappingarnar hjá teimum vaksnu í gongd aftur, og 29. august byrja tey yngru aftur at spæla dystir, boðar FSF frá – Fyribils verður tó spælt uttan áskoðarar til 28..

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-08-17 14:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan mikudagin 5. august hevur steðgur verið í øllum kappingum, undantikið í Betri Deildini hjá monnum. Men nú er ætlanin at fara spakuliga í gongd aftur.

Komandi leygardag, 22. august, byrja allar vaksnamannadeildirnar aftur, og leygardagin 29. august byrja kappingarnar í barna- og ungdómsdeildunum aftur. Úrvals- og landsliðsvenjingarnar hjá FSF byrja aftur mánadagin 24. august, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.

Spælt verður eftir løgdu leikdøgunum, meðan umsitingin í Fótbóltssambandi Føroya arbeiðir við at finna nýggjar leikdagar til útsettu dystirnar.

Avgerð er eisini tikin um, at fyribils verður spælt uttan áskoðarar til og við fríggjadagin 28. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder