Meistaradeildin hjá monnum er farin inn í ein ógvuliga spennandi endaspurt, har tætt er í FM-stríðnum, í stríðnum um seinasta evrropeiska plássið og í stríðnum um at sleppa undan øðrum niðurflytingarplássinum.
Støðan nú trý umfør eru eftir:
![]()
15 dystir eru eftir, og í skrivandi stund fara allir at hava nógv at siga fyri í minsta lagi annað liðið. Tað er Víkingur, sum hevur minst at spæla fyri - longu tryggjað evropeiskt pláss við at vinna steypakappingina - men úrslitini í dystunum hjá Víkingi kunnu verða beinleiðis avgerandi fyri botnstríðið og FM.
Sunnudagin 18. oktober er 25. og triðseinasta umfar á skránni. Frá nú av, liggja allir dystirnir í einum umfari sama dag. Hesaferð er Víkingur - AB fyri seg. Byrjað verður klokkan 17.15 í Sarpugerði. Hinir fýra dystirnir byrja klokkan 15.
Vanligt er, at allir dystirnir byrja samstundis seinasta umfar og oftast í umførunum undan tí.
Sum nú er, standa tó heili tveir dystir fyri seg í 26. og næstseinasta umfari. Hetta í yvirlitinum hjá FSF. Talan er um Skála - AB (kl. 17.15) og NSÍ - HB (19.00)
Hóast tað er gott, í mun til at fylgja við, so er kanska heldur óheppið í mun til sjálva kappingina Hetta talan er um ógvuliga týðandi dystir, har liðini fara at kenna fyritreytirnar betri áðrenn. Tað kann ávirka báðar vegir. Tað kvøldið kann NSÍ tryggja sær FM, um úrslitini í dystunum áðrenn laga seg, og Skála og/ella AB kunnu vita júst hvat skal til fyri at tryggja sætið í deildini.
Møguleiki er tó framvegis fyri, at annar av hesum dystunum, ella báðir, verða fluttir.
Sí skránna fyri trý tey seinastu umførini í Meistaradeildini her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald