Fótbóltur

Allir favorittarnir vunnu í 7. umfari

HB hevði tó stórar trupulleikar av TB á heimavølli - sigursmálið kom ikki fyrrenn í 94. minutti. NSÍ og KÍ buldra víðari.

Patrik Johannesen skoraði tvær ferðir í Vági, har KÍ vann greitt. Eins og NSÍ, hevur liðið fult stigatal (Mynd: Bjartur Vest)

Patrik Johannesen skoraði tvær ferðir í Vági, har KÍ vann greitt. Eins og NSÍ, hevur liðið fult stigatal (Mynd: Bjartur Vest)

2025-04-27 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

7. umfar í Betrideildini var á skránni í gjár, leygardagin 26. apríl.

Eingin skelkur var, men TB var nær við at skapa ein. Uppflytararnir vóru á odda tvær ferðir í Gundadali - í báðum førum skoraði Samudeen Musah - men Jákup Thomsen skoraði eisini tvær ferðir, og í yvirtíðini bjargaði Ási Dam HB við einum góðum skoti eftir hornaspark. 3-2 og trý kærkomin hjá Sormani og teimum.

Víkingur vann annan dystin á rað - tann triðja í øllum kappingum. Poul Kallsberg skoraði eitt gott mál tíðliga í dystinum, og hetta gjørdist tað einasta á Svangaskarði.

B36 kom aftur á sigurskós í Sørvági, har Marius Kryger Lindh skoraði tvær ferðir, og øll fýra málini í dystinum komu fyri steðgin. B36 vann eisini 3-1 á Dungasandi í steypakappingini - 07 Vestur hevur framvegis ikki vunnið í 2025.

[object Object]
Brandur Hendriksson er glóðheitur og ógvuliga týdningarmikil fyri NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tvey lið hava framvegis fult stigatal, og tey vunnu stórsigrar á útivølli í gjár. Brandur Hendriksson Olsen var í hopla fyri NSÍ í Hólmanum, har hann gjørdi hattrikk: Ein fluktara við vinstra beininum, eitt frísparksmál og eitt úr næstan 40 metrum.

Páll Klettskarð og Patrik Johannesen skoraðu tvey mál hvør fyri KÍ í Vági, tað sær út til at tað er bert KÍ, ið kann steðga NSÍ og bert NSÍ, sum kann steðga KÍ.

7. umfar í Betrideildini
Í morgin, leygardagin 26. apríl
FC Suðuroy - KÍ 0-4 (0-3)
18' Páll Andrasson Klettskarð 0-1
26' Patrik Johannesen 0-2
40' Páll Andrasson Klettskarð 0-3
90 (+4)' Patrik Johannesen 0-4

Sí eisini myndir frá dystinum í Vági HER

B68 - Víkingur 0-1 (0-1)
14' Poul Kallsberg 0-1

HB - TB 3-2 (1-2)
20' Samudeen Musah, br. 0-1
22' Jákup Thomsen 1-1
37' Samudeen Musah 1-2
53' Jákup Thomsen 2-2
90 (+4)' Ási Dam 3-2

07 Vestur - B36 1-3 (1-3)
1' Marius Kryger Lindh 0-1
10' Brage Kvithyld 1-1
14' Filip Djordjevic 1-2
44' Marius Kryger Lindh 1-3

EB/Streymur - NSÍ 0-5 (0-2)
14' Brandur Hendriksson Olsen 0-1
26' Brandur Hendriksson Olsen 0-2
54' Hassou Diaby Ndiaye 0-3
66' Brandur Hendriksson Olsen 0-4
86' Jasper van der Heyden 0-5

Stigatalvan eftir 7. umfar
1. NSÍ 21 stig 
2. KÍ 21 stig
3. HB 15 stig
4. B36 13 stig
5. Víkingur 8 stig
6. EB/Streymur 7 stig
7. FC Suðuroy 6 stig
8. TB 5 stig
9. B68 4 stig
10. 07 Vestur 1 stig

Dystarskráin sæst HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder