Hondbóltslandsliðið hevur fyrrapartin havt sína seinastu venjing áðrenn brakið móti Danmark í morgin.
Venjingin fór fram á sjálvum vígvøllinum í morgin, stásiligu arenuni í Skjern, sum – eitt sindur í andsøgn við høvuðsstuðulin hjá landsliðnum – eitur Skjern Bank Arena.
Men fólkini hjá BankNordik gjørdu sítt til, at navnið á teirra banka eisini kundi síggjast í sambandi við venjingina í dag, sum eisini var opin fyri fjølmiðlunum.
Undan venjingini tyktust ikki allir leikarar at vera kropsliga klárir. Gremjanin hoyrdist, tá Beinta Bendix Laursen, fysioterapeutur, tók onkran teirra undir viðgerð á síðulinjuni. Men bæði Jónas G. Djurhuus og Rógvi Dal Christiansen vóru við og spardu seg ikki undir venjingini.
Rógvi var kortini tikin út, tá stundin var komin, til at hann skuldi til tannlækna at rætta upp á skaðan hann fekk í munnin í dystinum móti Montenegro.
Hinvegin var Helgi Hoydal ikki við í venjingini, men ongin vandi er tó fyri, at hann ikki er við til dystin í morgin, vissaði hann fjølmiðlarnar um. Har var onkur løstur, ið skuldi loysast heldur enn at vera við í venjingini.
Væntanirnar til dystin í morgin eru stórar. Eykaflogfør eru sett inn, og bussar eru leigaðir við føroyingum úr Keypmannahavn. Roknast kann tí við, at væl yvir túsund føroyingar verða við til dystin í Skjern í morgin klokkan 16.10 lokala tíð.
At heimadysturin má spælast í Skjern er bara nakað, sum hópurin má finna seg í.
- Soleiðis er støðan nú einaferð. Vit mugu bara vóna, at vit sleppa at spæla dystirnar heima til næstu undankapping, segði Helgi Hoydal av síðulinjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald