Fótbóltur

Allison kostaði Liverpool dýrt

Málverjin spældi bóltin út í City-føtur, og hetta kostaði mál í tveimum førum. Manchester City hevur beina kós móti meistaraheitinum eftir 4-1 sigurin, meðan einki bendir á, at Liverpool hevur nakran møguleika at endurvinna meistaraheitið.

Liverpool var fyri 1-4 ósigri, og tað var serliga orsakað av málverjanum (Mynd: EPA)

Liverpool var fyri 1-4 ósigri, og tað var serliga orsakað av málverjanum (Mynd: EPA)

2021-02-07 19:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórdystur var á Anfield í dag, har meistararnir tóku ímóti oddaliðnum. Liverpool hevði harðliga tørv á einum sigri fyri at gera oddastríðið meira spennandi og fyri at halda lív í vónini at endurvinna meistaraheitið. Tað eydnaðist tó ikki at støðga ógvuliga góðu gongdini hjá Manchester City.

Tað var málleyst í stegðinum, hóast Manchester City fekk brotsspark stutt fyri steðgin. Ilkay Gündogan skeyt uppum, men miðvallarin fekk tó fyrsta málið í dystinum. Hetta var stutt inni í 2. hálvleik. Liverpool fekk eisini brotsspark, og tað umsetti Mohammed Salah til mál. 

[object Object]
Gündogan skoraði fyri aðru ferð (Mynd: EPA)

[object Object]

Salah skoraði, men Liverpool fekk einki burturúr dystinum (Mynd: EPA)

Tað sum avgjørdi dystin, vóru mistøkini til Liverpool-málverjanum og evnið hjá City til at gera sær dælt av teimum. Tvær ferðir innan fýra minuttir spældi Allison Becker bóltin í føturnar á einum í ljósabláum, ið var langt uppi á vøllinum. Fyrst Phil Foden, ið síðani slapp framvið Jordan Henderson og legði bóltin til Gündogan, ið skoraði, og síðani til Bernardo Silva, ið hegnisliga fann Raheem Sterling. 

Phil Foden setti sloyfu á, tá ungi álopskendi leikarin smekkaði til, og Allison megnaði bert at føra bóltin longur upp í málhornið við hondunum. 

[object Object]
Sterling á sínum gamla heimavølli (Mynd: EPA)

[object Object]
City er ikki ti lat støgða í løtuni (Mynd: EPA)

Hetta var fimti dystur hjá Liverpool á rað á Anfield uttan sigur, og liðið hjá Pepe Guardiola er nú tíggju stig frammanfyri liðið hjá Jürgen Klopp. City hevur fimm stig niður til grannarnar á 2. plássi, sum í gjár blakaði sigurin burtur móti Everton, ið er eitt av liðunum, sum bjóðar Liverpool av í stríðnum um Champions League pláss. 

Leicester spældi í dag málleysan javnleik í Wolverhampton og misti harvið eitt fet. Liðið hjá Brendan Rodgers er nummar trý - trý stig frammanfyri Liverpool. Tottenham er eftir 2-0 sigurin á West Bromwich í dag - við málum frá Kane og Son, fýra stig aftanfyri Liverpool. Liðið hjá Mourinho hevur leikt ein dyst færri. 

Premier League
07.02

Tottenham - West Bromwich 2-0 (0-0)
54' Harry Kane 1-0
58' Heung Min-Son 2-0

Wolves - Leicester 0-0

Liverpool - Manchester City 1-4 (0-0)
49' Ilkay Gündogan 0-1
63' Mohammed Salah (br.) 1-1
73' Ilkay Gündogan 1-2
76' Raheem Sterling 1-3
83' Phil Foden 1-4

19.15: Sheffield United - Chelsea

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder