Hondbóltur

Álopsódn í fyrra hálvleiki

Verjurnar og málverjarnir hava havt tað trupult, og Japan hongur í Føroyum við ágangandi álopsspæli. Okkara vengur og Elias á Skipagøtu hava skorað heilt nógv.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skorað seks mál og lagt upp til seks onnur. Japanar hava ógvuliga torført við at tálma hoyvíkinginum, ið skjótt fer at spæla fast í Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skorað seks mál og lagt upp til seks onnur. Japanar hava ógvuliga torført við at tálma hoyvíkinginum, ið skjótt fer at spæla fast í Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-22 10:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bæði liðini løgdu út sum eitt óløgi í álopspartinum. Eftir tíggju og ein hálvan minutt høvdu okkara longu skorað tíggju mál - uppá ellivu skot - men Japan hevði skorað sjey mál, og asiatisku meistararnir eru tørførir at sleppa av við: Teir spæla skjótt og hava góð skot tá teir koma inn á áleið tríggjar-meturin.

Hinvegin hevur okkara verja ikki møtt teimum nóg væl - serliga mitt fyri og eisini á vinstra tvey'ara - og Pauli Jacobsen, ið spældi ein frálíkan dyst móti Angola, hevði ikki eina bjarging teir 16 minuttirnar hann var inni. Seinna partin av hálvleikinum hevur gingist betri, og Aleksandar Sasha Lacok er komin inn í málið og hevur fingið fatur á nógvum skotum. Hann hevur eisini fingið nakað betri treytir, og japanar hava eisini mist nakrar bóltar.

Føroyska liðið hevur gjørt nógv færri tekniskar villur enn í fyrra dystinum, og tað hava ikki verið stórvegis trupulleikar við at spæla seg til góðar málmøguleikar. Har hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu sjálvandi verið ein lykil við málum og fríspælingum.

[object Object]
Sjey mál uppá átta málroyndir frá Hákuni West av Teigum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Ísak Vedelsbøl (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

(Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Myndir: Føroysku áskoðararnir eisini til reiðar í Magdeburg

Tað eru annars serliga vengurnir, sum fingið gott pláss - bæði í 7v6 og í "vanligum" spæli. Sum heild hava teir skorað heilt væl. Talan hevur verið um heili 13 mál samanlagt frá toppskjúttanum Hákuni West av Teigum og Janusi Dam Djurhuus, men í seinastuni hevur japanski málverjin fingið betur fatur á serliga Janusi og eisini sum heild.

Føroyar hava so at siga allan vegin verið á odda við nøkrum málum, men tað er ongantíð farið upp um fýra mál, sum munurin er á nú. Tað snýr seg um at halda fram at skora mál, men eisini at tálma Japan meira. Teir vístu eisini í gjár móti Spania, at teir kunnu skora nógv mál - 16 í fyrra hálvleiki - men 17 mál uppá ein hálvleik móti okkum er ov nógv.

Tøl frá fyrra hálvleiki niðast:

HM-endaspæl fyri U21-landslið - Bólkur D 
Í dag, hósagin 22. juni í GETEC Arena í Magdeburg

Føroyar - Japan (21-17)

Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 9-7
15 min: 13-10
20 min: 15-12
25 min: 18-14
30 min: 21-17

Føroysku málskjúttarnir: 
Hákun West av Teigum 7
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6
Janus Dam Djurhuus 6
Ísak Vedelsbøl 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1

Assist:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6
Kristoffur Bjørgvin 3
Pauli Mittún 2
Ísak Vedelsbøl 1
Sveinur Olafsson 1
Pauli Jacobsen 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Hákun West av Teigum 1

"Skoteffektivitetur" hjá Føroyum: 21/28 = 75 prosent

Tekniskar villur:
Japan: 4
Føroyar: 2

Bjargingar:
Aleksandar "Sasha" Lacok 5/11 = 45 prosent

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder