Fótbóltur

Als-gjald til ítróttarfólk: Eyka viðgerð skal til

Stýrisformaðurin í ALS, Eyðfinnur Jacobsen, sigur, at í komandi viku skal støða takast til, um eitt starv innan ítrótt gevur rætt til lønarískoyti í verandi støðu.

(Mynd: Ólavur Frederiksen

(Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-03-27 15:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At ítrótturin liggur stillur fer, at feløgini fáa størri avbjóðingar. Eitt er viðvíkjandi venjingunum - allarflestu liðini í Betrideildunum hjá monnum hava seinastu vikurnar havt venjing í heilt smáum bólkum uttan nærkontakt - men eitt annað er tað fíggjarliga. Inntøkurnar eru als ikki teir somu sum undir vanligum umstøðum.

Mikukvøldið segði Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ, í samrøðu við Facebooksíðuna hjá felagnum, at leikararnir eru sendir til hús og í skipanina hjá ALS, tí hjálparpakkin, sum kom í farnu viku umfevnir feløgini, ið eisini gjalda til hann.

Les eisini: Føroyameistararnir sent leikararnar til hús

Nú er óvissa stungin seg upp, um ítróttarfólk eru fevnd av lógini um lønarískoyti, og stýrið í ALS skal kanna málið nærri. 

Hetta sigur Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS, við Kringvarpið.

Hann vísur á, at støðan hjá til dømis fótbóltsleikarum kann vera ymisk frá leikara til leikara,  og at Arbeiðsloysiskpinanum.

- Tað vilja altíð verða nøkur viðurskifti, sum krevja eyka viðgerð - sum kanska liggja uttanfyri tað vanliga - og tað er hetta tíverri eitt dømi um

Av tí at tað er óvist um, hvussu leingi kappingingarárið er útsett, og um tað yvirhøvur verður leikt, er støðan viðvíkjandi hesum meira ógreið.

Eyðfinnur sigur, at ALS skal fáa upplýsingar frá Fótbóltssambandi Føroya um, hvussu leikarasáttmálarnir vanliga eru skrúaðir saman.

Stýrið fyri ALS hevur evstu ábyrgd og skal viðgerða málið um ítróttarstørv  á stýrisfundi komandi mikudag, sigur Eyðfinnur Jaccobsen við Kringvarpið.

Greiða skal fáast á, um ítróttarstørv eru partur av lønarískoytinum, og um so er í hvønn mun. Í løtuni hevur ALS játtað 534 umsøknir um lønarískoyti,

Øll samrøðan kann hoyrast her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder