Hondbóltur

Alt á gosi: Kroatia knógvaði Fraklandi

Við 18.000 larmandi heimaáskoðarum aftanfyri seg vunnu kroatar hálvfinaluna móti Fraklandi 31-28. Fyrsta HM-finalan hjá Kroatia síðan 2009.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-01-30 22:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður Kroatia, sum sunnudagin skal spæla HM-finalu í Oslo móti vinnaranum av hálvfinaluni millum Portugal og Danmark í annaðkvøld. Hetta er fyrsta HM-finalan hjá Kroatia síðan 2009, tá teir spældu á heimavølli.

Frakland og Kroatia brustu saman í kroatiska høvuðsstaðnum Zagreb, og longu í fyrra hálvleiki løgdu kroatar lunnar undir sigurin móti evropameistarunum og HM-finalistunum seinast. Munurin gjørdist sum fráleið størri og í steðginum var støðan 18-11 til Kroatia.

Í seinna hálvleiki minkaði munurin eitt sindur, men kroatar megnaðu allatíðina at halda seg á odda við trimum málum.

Og so var alt á gosi í Zagreb Arena. Kroatia hevur spælt á heimavølli í hesum endaspælinum og hevur fingið framúr stuðul av áskoðaraplássunum.

Hetta er seinasta kappingin, sum liðfelagin hjá Eliasi á Skipagøtu í Kiel, Domagoj Duvnjak, spælir fyri heimlandið, og hann fær nú enn ein dyst at seta eitt punktum.

Kroatia og Frakland ferðast í morgin til norska høvuðsstaðin har finala og bronsudystur verður leiktur sunnudagin.

Frakland - Kroatia 28-31 (11-18)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder