2023-01-03 09:51
Danski áleyparin Anders S. Holsvad verður ikki partur av KÍ-liðnum, tá fótbóltskappingin verður tikin upp aftur.
KÍ skrivar á heimasíðu síni í dag, at partarnir eru komnir ásamt um ikki at halda fram við samstarvinum, hóast sáttmálin partanna millum var galdandi fyri komandi kappingarár eisini.
Sostatt gjørdist tíðin hjá Anders Holvad stutt í KÍ.
Hann kom til felagið í summar, spældi 21 dystir, mest sum innskiftari, og skoraði eitt mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald