Annað

Andrass fyrstur á mál í Ironman-kapping á Lanzarote

Tryggjaði sær harvið eisini pláss til heimsmeistarakappingina, sum verður í Nice í heyst.

2025-05-22 11:04 Author image
Innsent
placeholder

Farna leygardag gjøgnumførdi Andrass Joensen fyri 10. ferð eitt Ironman. Til ein Ironman verður fyrst svomið  3,86. kilometrar á sjónum, súkklað 180,25 kilometrar og so runnið eitt heilt maraton, 42,2 kilometrar.

Í kappingini Club La Santa IRONMAN Lanzarote gjørdist Andrass fyrstur á mál í bólkinum fyri menn millum 60 og 64 ár, Ironman M60-64.

Tíðin hjá Andrass var 11 tímar og 41:02 minuttir, og var hann góðar 10 minuttir framman fyri nummar tvey í aldursbólkinum, týskaran Luc Dieteren, og góðar 40 minuttir framman fyri nummar trý, fraklendingin P. I. Meur.

Club La Santa IRONMAN Lanzarote var samstundis ein kvalifikatiónskapping til IRONMAN World Championship, sum verður í Nice 14. september í ár, og við sigrinum vann Andrass sær eitt pláss á startlinjuni í Nice.

Andrass greiðir frá á Facebookvanga sínum:

"Tað sær lætt út tá man stendur á pallinum, men eg mátti grava djúpt, sera djúpt fyri at klára at kappast í so høgum tempo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder