Fótbóltur

André Dalfoss nýggjur formaður í TB

Tað er greitt eftir eykaaðalfund millum jól og nýggjár. TB fyrireikar seg í løtuni til tilveruna í Betrideildini, og ætlanin er, at ungir lokalir leikarar í framtíðini skulu vera bulurin.

Hann fór frá fyri tíggju árum síðani - nú avloysir André Dalfoss Henrik Thomsen sum formann í Tvøroyrar Bóltfelag

Hann fór frá fyri tíggju árum síðani - nú avloysir André Dalfoss Henrik Thomsen sum formann í Tvøroyrar Bóltfelag

2023-01-01 14:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

27. desember hevði TB eykaaðlfund. Hetta var millum annað í samband við, at nýggjur formaður skuldi finnast, og har gjørdist greitt, at tað verður André Dalfoss, ið avloysir Henrik Thomsen. 

André Dalfoss var eisini formaður hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti, ið fylti 130 ár, í árunum 2011-2013. Tvey av hesum árunum var besta mansliðið í Betrideildini, og tað verður TB aftur í 2023.

TB endaði á triðja plássið í 1. deild. Liðið fekk ein sera vánaligan enda uppá kappingarárið, men ein sigursrøð á ellivu dystir í fyrru hálvu vóru nóg mikið til triðja plássið. Nú eru fyrireikingarnar í gongd til eina nýggja tilveru, har ungu lokalu leikararnir eftir ætlan skulu vera bulurin.

- Enn er seinasta hond ikki løgd á hópin fyri komandi ár, men TB arbeiðir hart fyri at leingja við fleiri av berandi kreftunum frá farna kappingarári, ikki minst við okra egnu ungu leikarar. Eisini kann væntast, at nýggj andlit verða at síggja í hópinum kappingarár. 

- Tað er at fegnast um, at TB eigur nógvar ungar leikarar, ið uttan iva fara at fáa ein lyklaleiklut komandi kappingarár. Hóast tað er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at klára seg uttan útlendskan styrk, serliga hjá einum felag í Suðuroynni, so er tað felagsins vón, at ungu og lokalu leikararnir gerast bulurin á tí liði, sum aftur fer at royna seg í bestu deildini.

[object Object]
Jens Erik Bruhn (nr.20) er framvegis ungur - tvøramaðurin hevur spælt fast seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

Soleiðis skrivar Tvøroyrar Bóltfelag í nýggjársheilsu sínari, har nýggi formaðurin verður kunngjørdur. Greitt er millum annað, at danski venjarin Dan Jensen heldur fram, men greiði toppskjúttin í 1. deild, Mikkel Blåholm, ikki kemur aftur til Tvøroyrar. Stóri danin skoraði 26 mál í fjør. 

TB er partur av samstarvið um felags kvinnulið fyri Suðuroynna, sum í 2023 aftur skulu royna seg í fremstu røð. Í fjør kom einki stig til høldar. 

- Í ár hevur TB eisini havt eitt felagslið í oynni í bestu kvinnudeilduni. Kvinnurnar eru sera ungar í fótboltshøpi, til at luttaka í bestu deildini, hetta sást eisini tey fyrstu umførini. Tær fingu utlendskan styrk í summarsteðginum, og tað gjørdi góðan mun. Allar vístu sera góðan hugburð í venjingunum, hóast mótbrekkan var brøtt. Okur vóna at tað fer at ganga betur í 2023

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder