Fótbóltur

André Olsen verður hjálparvenjari hjá Allani Jepsen

Toftamaðurin hevur verið í venjaratoyminum hjá B36 seinastu tvey árini. Nú hevur hann skrivað undir tvey-ára sáttmála við NSÍ.

Andre Olsen á síðunlinjuni fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Andre Olsen á síðunlinjuni fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-02 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum 28-ára gamal kom André Olsen í venjaratoymi hjá B36. Hann hevur verið ein av hjálparvenjarunum hjá Jákupi á Borg seinastu tvey kappingarárini.

Nú er greitt, at André Olsen komandi tvey árini skal vera hjálparvenjari í Runavík. NSÍ boðar í dag frá, at 30-ára gamli toftamaðurin verður partur av venjaratoyminum, ið danin Allan K. Jepsen stendur á odda fyri.

André Olsen var í 2016 partur av NSÍ sum leikari.

[object Object]Mynd: NSÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder