Eftir fýra ár í 1. deild høvdu toftamenn í kvøld møguleika at tryggja sær uppflyting til Betrideildina. Og hetta eydnaðist. Andri Benjaminsen legði tríggjar ferðir B68 á á odda, og tá vinstri vongurin sendi bóltin framvið Silas Eyðsteinssyni seint í longdu leiktíðini megnaðu teir 10 hjá AB ikki at svara aftur.
Hetta var annars eydnast í vanligu leiktíðini, har toftamenn í yvirtalið lótu AB stýra ov nógv, og ein púra fríur Bjarki Nielsen slapp at javna.
Í 1. hálvleiki í longdu leiktíðini var Andri til reiðar við vinstra beininum við aftaru stong, og so var 2-1. Rógvi Poulsen skifti Adeshina Lawal inn, og næstan beinanvegin fekk áleyparin fatur a bóltinum rakk eitt sindur og spældi Jasper van der Heyden frían og belgiski leikarin skoraði til 2-2.
Nú líktist tað brotssparkskapping á Tórsvølli, men Andri vildi tað øðrvísi. U21-landsliðsleikarin, ið kom aftur til barndómsfelagið út NSÍ í vetur, royndi seg úr spískum, og lítla løtu seinni var tað endiliga veruleiki, at B68 fyri fyrstu ferð síðani 2016 skal spæla í Betrideildini, og tað fegnaðust mongu og larmandi áskoðarnar av eystara armi á Skálafjørðinum stórliga um saman við leikarunum.
Hetta var eisini fyrstu ferð síðani 2016, at tveir uppflytarar eru. B68 og 07 Vestur avloysa komandi ár Skála og AB. Argjamenn vunnu bert ein dyst í ár, umframt ein steypadyst móti Undrinum, og tað eydnaðist ikki halda fast í plássinum í dag. Leikt varð í 80 minuttir í undirtali, og hetta kostaði. B68 hevur fleiri ferðir seinastu árini verið nær við - nú gekk tað hóast eitt 4. pláss í 1. deild.
Upp- og niðurflytingardystur
Tórsvøllur 29.11
B68 - AB 3-2 eftir longda leiktíð (1-1)
35' Andri Benjaminsen 1-0
76' Bjarki Nielsen 1-1
103' Andri Benjaminsen 2-1
111' Jasper van der Heyden 2-2
119’ Andri Benjaminsen 3-2
Reytt kort: Gilli Róason (AB - 41')
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald