Fótbóltur

Andrias Edmundsson skal royna seg í sponskum fótbólti

19-ára gamli U-landsliðsleikarin hevur seinastu árini spælt við Sunderland - nú hevur hann skrivað undir Águilas FC, sum spælir í fjórðbestu deildini í Spania.

2020-07-29 15:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Águilas FC boðaði fyrrpartin frá, at 19-ára gamli føroyingurin, Andrias Edmundsson er nýggjur leikari í felagnum. 

Høgi verjuleikarin av Toftum hevur spælt á øllum ungdómslandsliðunum. Seinastu trý árini hevur Andrias havt sáttmála við Sunderland FC, har hann millum annað hevur spælt nógvar dystir við eykaliðnum.

Sáttmálin við enska felagið er fyri stuttum gingin út. Andrias Edmundsson hevur verið til onkra roydarvenjing og áhugi hevur verið fyri honum ymsastaðni frá. 

Tí fegnast felagið úr Águilas, Murcia í landsynnings partinum av Spania um, at Andrias hevur valt at gjørt sáttmála við felagið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder