Kappróður

Annað HM-heitið til Saritu Hansen hesa vikuna

Vann fáar metrar framman fyri einum rógvari úr Algeria.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-25 10:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska Sarita Kristina Hansen gjørdist í gjár heimsmeistari í 2000 metra inniróðri fyri kvinnur, lættvekt 30 til 39 ár.

Sostatt hevur dugnaligi rógvarin tryggjað sær tvey heimsmeistaraheiti higartil í hesi vikuni, tí fyrr í vikuni vann hon eisini HM í 500 metra teininum.

Les: Sarita Kristina Hansen enn einaferð heimsmeistari   

Sarita setti persónligt met við at rógva teir 2000 metrarnar í tíðini 7 minuttir og 23,0 sekund.

Hon var einar 3-4 metrar frammanfyri eini kvinnu úr Algeria, sum brúkti bert 0,6 sekund meira á teininum.

[object Object]

HM í inniróðri verður í ár hildið í tryggari frástøðu. Kappingin fer fram umvegis netið, og rógvararnir eru staddir í hvørjum landi sær. Føroysku rógvararnir eru savnaðir í einum hølum í Havn, sum fyrr hevur verið venjingarmiðstøð.

Upptøkur frá kappingini síggjast á Facebook-vanganum hjá Róðrarsambandinum  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder