Í Póllandi hevði hon nakrar góðar bjargingar, men tað var serliga í Høllini á Hálsi sunnudagin, at Annika Fríðheim Petersen visti sínar dygdir. 20-ára gamli málverjin hjá Føroyum pilkaði nógvar bóltar frá dugnaligu rumenunum, og hevði í 1. hálvleiki eitt bjargingarprosent áljóðandi 44.
EHF hevur valt eina bjarging frá 2. hálvleiki út sum tí næstbestu í fyrstu báðum umførunum. Sí hana her
EFH hevur í einum stutttum videobroti heiðrað Anniku. Leikararnir ið hava gjørt mest vart við seg í teimum báðum fyrstu dystunum eru við - ein frá hvørjum plássi á vøllinum. Málverjin er Annika Fríðheim Petersen, og í brotunum omanfyri sæst ein av hennara heilt góðu bjarginum, ið vóru við at halda Rumenia niðri á 25 málum.
Her er lisitin av leikarum:
Málverji: Annika Fríðheim Petersen (Føroyar)
Høgri vongur: Jovanka Radicevic (Montenegro)
Høgri bakkur: Anna Vyakhireva (Russland)
Miðja: Sonja Frey (Eysturríki)
Vinstri bakkur: Greta Kavaliauskaite (Litava)
Vinstri vongur: Bo Van De Wetering (Niðurlond)
Strika: Sladana Pop-Lazic (Serbia)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald