Millum róðurin á Sundastevnu og á ólavsøku gera teir í FM1-rásarúminum støðuna upp.
Leygardagin varð næstseinasti FM-róðurin rógvin í Hósvík. Um eina viku, týsdagin 28. juli, er tað ólavsøkuróðurin.
Myndir: Kappróður á Sundalagsstevnu
Sí eisini: Ormurin Langi so at siga tryggjað sær FM
Petur Asbjørn Lervig og Jan Herman Hansen eru sum vant í Ár og bekk, og Bergur Robert Dam Jensen úr KÍF og Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandinum vitja.
![]()
Bergur Robert Dam Jensen (Mynd: Gylvi/KÍF Kappróður)
Umframt at róðurin leygardagin verður viðgjørdur, og hugt verður fram móti ólavsøkuni, tosað teir um róðrarveitsluna og heiðurstiltakið, sum verður 1. august. Hetta er eitt tiltak, sum KÍF skipar fyri.
Sendingin byrjar klokkan 17.15 og kann hoyrast á FM1 ella gjøgnum Portalin. Ár og bekk verður eisini at hoyra á síðunum aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald