Leygardagin vunnu tær umborð á Víkingi á Jóansøku, og harvið legði 6-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag seg á odda í FM-kappingini, har Froðbingur er beint í hølunum.
Tvær av teimum, sum rógva við Víkingi, verða við í kappróðrarsendingini hjá FM í dag.
Kirstin Lützen og Jóhanna av Steinum vera við í Ár og Bekk, har Jan Herman Hansen er fastur viðvertur og viðmerkjari.
Petur Asbjørn Lervig verður sum vant vertur.
![]()
Vár Guriardóttir Hansen og Jan Hermann Hansen í einum av fyrstu sendingunum (Mynd: Gunnar Johannesen)
Róð verður aftur á róðrarnar á Vágsfirði leygardagin, og panelið fer eisini at tosa um ymiskt annað, sum rør seg innan kappróðrarheiminum í hesum spennandi summardøgum.
Sendingin byrjar klokkan 17.15 - beint eftir tíðindini á FM1.
Lurta á fm1.fo ella á frekvensunum kring landið. Til ber eisini at hoyra sendingina á heimasíðuni og á Portalinum aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald