Eingin FM-róður var síðsta vikuskifti, men Ár og bekk er aftur á skránni hendan týsdagin.
Í dag koma Tóra Mouritsen og Bjørg Bárðardóttir Nolsøe, ávikavist úr Miðvágs Róðrarfelagi og ÍF Kappróðri, á vitjan í FM1-rásarúminum.
Hugt verður eisini fram ímóti Fjarðastevnuni, sum verður í Vestmanna leygardagin 4. juli.
Petur Asbjørn Lervig er vertur, og Jan Herman Hansen viðvertur og serfrøðingur.
Sendingin byrjar eftir tíðindini klokkan 17, umleið klokkan 17.15. Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald