Fótbóltur

Argentina heimsmeistari fyri triðju ferð eftir frálíka finalu

Argentina var greitt omaná, men tvey Mbappé-mál sendu dystin í longda leiktíð. Har skoraðu bæði Messi og Mbappé - í brotssparkskappingi vóru argentinar kaldari, Martinez aftur avgerandi, og Messi setti punktum í HM-høpi við steypinum.

Endiliga eydnaðist tað hjá Messi, ið var frálíkur í finaluni og í endaspælinum (Mynd: EPA)

Endiliga eydnaðist tað hjá Messi, ið var frálíkur í finaluni og í endaspælinum (Mynd: EPA)

2022-12-18 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrra hálvleiki í vanligu leiktíðini tyktist eingin ivi vera: Argentina skoraði tvær ferðir og var greitt omaná. 1-0 málið kom við tryggum brotssparki frá Messi miðskeiðis í hálvleikinum, og tíggju minuttir fyri steðgin økti Argentina við einum frálíkum máli: Alexis Mac Allister varð sendur væl avstað, og við góðari alvering fann hann roynda Angel Di Maria, ið avgjørdi Copa America í fjør.

2-0 og Didier Deschamps valdi at skifta bæði Ousmane Dembelé, ið gjørdi brotssparkið, og Oliver Giroud út fimm minuttir fyri steðgin. Hetta fekk tó ikki stórvegis ávirkan beinanvegin. Frakland hevði einki skot móti vælskipaða og hartarbeiðandi argentinska liðnum í fyrra hálvleiki og einki á mál, fyrrenn Kylian Mbappé tíggju minuttir fyri leiklok minkaði um munin við brotssparkið. Tveir minuttir seinni vann innskifti Coman bóltin av Messi, bólturin endaði hjá Mbappé, ið spældi bandaspæl og síðani fluktaði bóltin í longra málhornið. 

Eitt framúr vakurt mál, 2-2, og so var av álvara lív í. Tað lá meira til Frakland nú og herjaði á, og seinastu løtuna og í longdu leiktíðina vóru fraklendingar nær við at skora til 3-2, men argeningar ressaðust, og í 108. minutti spældi teir aftur væl, og Messi var til reiðar, tá Lloris hálvbjargaði royndini frá lívliga inskifta Lautaro Martinez.

Hetta sá út til at gerast avgerandi, og harvið at Messi fór at fáa sín ævintýrenda. Men Frakland og Mbappé vildi tað øðrvísi. Tíggju minuttir seinni skeyt Mbappé, bólturin fór í ein argentinskan arm, og so var aftur brotsspark, ið greiði dómarin var ivaleysur um. Hetta umsetti Mbappé aftur kaldliga.

[object Object]
Mbappé skeyt trý brotsspørk í finaluni og skoraði øll 

[object Object]
Martinez bjargaði tó einum hjá Fraklandi  (Myndir: EPA)

Hann skoraði eisini í brotssparkskappingini, tað gjørdi PSG-liðfelagin Messi eisini, og tað vóru argentinar, ið vóru tryggari. Frakland brendi tvey brotsspørk - Emilano Martinez bjargaðu einaferð, Hugo Lloris megnaði ikki at bjarga nøkrum brotssparki, hóast hann góðan møguleika fyri tí, og Argentina skoraði fýra. Gonzalo Montiel gjørdist avgerandi, og so sluppu kenslurnar út. 

Hetta var fyrstu ferð síðani Maradona og hinir vunnu í 1986, at Argentina gjørdist heimsmeistari. Lionel Messi og liðfelagirnir byrjaðu endaspælið við at tapa móti Saudi Arabia - nú endaði 35-gandakallurin sína HM-tíð á tindinum. Hann varð eisini kosin besi spælai í endaspælinum. Mbappé gjørdist toppskjútti við átta málum - Messi skoraði sjey.

HM-finala 2022
Sunnudagin 18.12.22 - Lusail Stadium
Argentina - Frakland 2-2 (3-3 eftir longda leiktíð) 7-5 eftir brotssparkskapping

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder