Eftir fýra ár í norskum fótbólti vendur Ári Mohr Jónsson aftur til HB.
Hesum boðar HB frá á heimasíðuni seinnapartin. Sáttmálin er galdandi tvey tey næstu kappingarárini.
Ári er uppvaksin í HB, men fór sum ungur til Danmarkar, og spældi í nøkur ár við Silkeborg, har hann fekk spælitíð í bæði Superliguni og donsku steypakappingini. Í 2016 kom hann heim aftur, og spældi 48 dystir fyri besta mansliðið hjá HB, áðrenn hann í 2018 aftur valdi at royna eydnuna uttanlands. Hesa ferð í Noregi hjá felagnum Sandnes Ulf.
Seinnu árini er hann blivin fastur maður í landsliðshópinum, og hevur spælt 11 landsdystir og hevur skorað eitt mál. Tað var í Nations League-dystinum móti Malta í 2020.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/12/31/890x590/1640973130huvs5k50mh.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald