Fótbóltur

Ari Olsen á veg til skotskan fótbólt

Kilmarnock ynskir unga føroyska leikaran at loysa landsliðsleikara av.

Ari Olsen (Savnsmynd)

Ari Olsen (Savnsmynd)

2020-06-12 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Evnaríki bakkurin Ari Olsen, sum undan hesum kappingarárinum skifti frá Skála til Víking, er á veg til skotskan fótbólt.

Fleiri bløð í Skotlandi skriva, at felagið Kilmarnock, sum spælir í bestu deildini í Skotlandi, hevur sett sær fyri at fáa hendur á evnaríka føroyska U21-landsliðsspælaranum.

Hann skal fylla tómrúmið eftir skotska landsliðsleikaran Stephen O’Donnell, sum eftir trý ár í Kilmarnock ikki var sinnaður at leingja sáttmálan, men nú leitar sær aðrar vegir.

22 ára gamli Ari Olsen verður mettur sum sera evnaríkur bakkur við stórum dygdum í álopsspæli eisini. Sambært skotska blaðnum The Herald er tað serliga dygdirnar í spælinum frameftir og hansara longu innkøst, ið gera tað áhugavert at fáa unga føroyingin til felagið.

Ari Olsen skifti frá barndómsfelagnum Skála til Víking í ár, har hann hevur verið fastur maður, og hevur skorað eitt mál. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder