Havnar Fimleikafelag endar komandi vikuskifti eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum fara at vísa, hvat teir hava vant í vetur.
Av tí at talan er um so nógv lið er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn fimm framsýningum. Fýra av hesum verða leygardagin 26. mars, og ein verður sunnudagin 27. mars í høllini á Stórheyggi.
Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at liðini verða býtt upp, soleiðis at børn undir skúlaaldur, rútma og dansur verður leygardag, og amboð og tricking/parkour/freerun verður víst fram sunnudag.
Umframt liðini í Havn, hevur Havnar Fimleikafelag eisini fleiri íðkarar í Vestmanna, sum vístu fram teirra kynstur til árligu framsýningina síðsta vikuskifti í ítróttarhøllini í Vestmanna.
Meiri er at lesa um felagið og framsýningarnar á www.hf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald