Fótbóltur

Arnbjørn hevur nú skotið næstflest mál í bestu deildini

Málrevurin skoraði einasta málið í dystinum tá ÍF var á vitjan. Við Stórá vendi Víkingur 1-0 til 1-2.

Arnbjørn er nú næstmest skorandi leikarin í bestu deildini. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Arnbjørn er nú næstmest skorandi leikarin í bestu deildini. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-28 21:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir hava verið í Betri deildini í kvøld.

Við Stórá í Trongisvági tók TB ímóti Víkingi. Tað var heimaliðið, sum legði seg á odda tá 34 minuttir vóru leiktir. Tað var Ndende, sum stútaði bóltin í netið eftir horna úr høgru. Eftir hetta legði Víkingur trýst á, og tríggjar minuttir fyri steðgin kom útjavnandi málið, tá Finnur Justinussen skoraði.

Í seinna hálvleiki var Víkingur omaná og megnaði eisini at leggja seg á odda miðskeiðis í hálvleikinum. Tað var landsliðsleikarin, Sølvi Vatnhamar, sum skoraði.

Seinastu løtuna legði TB nógv fyri, fyri at fáa útjavnandi málið, og tað var eisini líka við, at tað kom. tá Ndenda stútaði bóltin í síðunetið. Men nærri komu tvøramenn ikki, og víkingar fóru harvið norður aftur við øllum trimum stigunum.

Við Margáir tók EB/Streymur ímóti ÍF. Fyrri hálvleikur bylgjaði aftur og fram, har bæði liðini høvdu sínar løtur og nakrar fínar málmøguleikar. Serliga legði ÍF trýst á seinastu løtuna undan steðginum, men einki mál kom í fyrra hálvleiki.

Talan var eisini um javnan dyst í seinna hálvleiki. Tó var tað EB/Streymur sum var omaná, og eisini legði seg á odda trettan minuttir fyri tíð. Rói Olsen legði innfyri úr høgru, har hann fann Arnbjørn Hansen, sum skoraði sítt mál nummar 154 í bestu deildini.

Hetta var einasta málið í dystinum, og sundalagsmenn eru nú púra leysir av botninum og bert eitt stig aftanfyri ÍF.

Við málinum í dag yvirhálaði Arnbjørn Jákup á Borg, og er nú næstmest skorandi leikarin yvirhøvur í bestu deildini, aftanfyri Klæmint Olsen.

18. umfar í Betrideildini
Fríggjadagin 28.08

TB – Víkingur 1-2
EB/Streymur – ÍF 1-0


Støðan:

1. HB 46 stig (17 dystir) 
2. KÍ 41 stig (17 dystir) 
3. B36 37 stig (16 dystir)  
4. NSÍ 35 stig (17 dystir) 
5. Víkingur 32 stig (18 dystir) 
6. ÍF 20 stig (18 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (18 dystir) 
8. TB 10 stig (17 dystir) 
9. AB 7 stig (18 dystir) 
10. Skála 2 stig (18 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder