Fótbóltur

Árni: - Hesi kvøldini eru bara nakað heilt serlig

- Vit noyddust at verja tað heim, og aftaná seinasta bríksl var tað fantastiskt at uppliva huglagið. Hetta sigur Árni Frederiksberg, sum við "Árnasparki" legði upp til avgerandi málið hjá KÍ í ár: - Hví ikki tvey umfør afturat?.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-31 22:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Árni Frederiksberg til Páll Andrasson Klettskarð. Einki nýtt í tí og hendan samansetingin gav í 39. minutti í kvøld KÍ mál. Eins og móti SJK Seinajoki fyri tveimum vikum síðani var tað eftir gróthart og gott hornaspark úr vinstru til nørru stong.

- Vit hava sjálvandi vant nógv horna, men tað er eitt, sum riggar best av øllum, og tað er hatta, staðfestir Árni.

Talan gjørdist um einasta málið í uppgerðini millum KÍ og Radnicki 1923 úr Serbia.

[object Object]
Árni til Páll og so var mál

[object Object]Myndir: Sverri Egholm

33-ára gamli vandamikli vongurin staðfestir fyri Portalinum, at hetta var ein harður dystur, men at stuðulin var fantastiskur:

- Hesi kvøldini eru bara nakað serlig...útselt á Djúpumýru, nakað eyka gjørt burtur og ja.

Nú snýr tað seg um at koma skjótt fyri seg til næstu spenanndi uppgávuna: Neman Grodno í 3. umfari. Fyrri dysturin verður spældur á Tórsvølli týskvøldið 5. august.

Nú KÍ er komið víðari tvær ferðir í ársins Conference League, spurdu vit Árna: Hví ikki tvey umfør afturat og harvið deildarspæl.

- Sjálvandi.

UEFA Europa Conference League
Í kvøld, hósdagin 31. juli
KÍ - FK Radnicki 1923 (1-0) - Samanlagt 1-0
39' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg)

Sí eisini: KÍ ger tað enn einaferð - víðari til triðja umfar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder