Fótbóltur

Árni Frederiksberg fær leikbann í tríggjar dystir

Hetta hevur Aganevndin staðfest. Leikbannið byrjar til dystin móti Víkingi í morgin og endar, sum nú er, til steypadystin móti B36 2. páskadag. Tað kann ikki kærast aftur.

Árni Frederiksberg kann ikki spæla móti Víkingi í morgin og heldur ikki í dystunum um páskini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Árni Frederiksberg kann ikki spæla móti Víkingi í morgin og heldur ikki í dystunum um páskini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-04-11 11:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meinhard Debes Geyti fekk ein dyst, Sigfríður Clementsen fekk fýra dystir venjarabann, og nú er endaliga greitt, at Árni Frederiksberg skal sita uttanfyri í tríggjar teir næstu dystirnar.

Norðlýsið skrivar í morgun, at Aganevndin er komin til ta niðurstøðu, at Árni Frederiksberg fær leikbann í tríggjar dystir fyri tað, sum hann gjørdi í dystinum móti EB/Streymi.

Harvið var avleðingin av ófantaliga endanum av dystinum millum KÍ og EB/Streym 30. mars leik- og venjarabann í átta dystir.

Spælari og venjari hjá EB/Streymi fingu reytt kort á degnum. Tískil skuldi longdin á teirra leikbannum avgerast í Kappingarnevndini.

Heini Ziskason Viðoy sá ikki støðuna, sum ertaði Meinhard Geyti, men EB/Streymur kærdi gerðina hjá Árna Frederiksberg. Málið var í Aganvendini í eina viku. Í gjár varð KÍ kunnað um, at ein av allarmest týdningarmiklastu spælarunum í hópinum skal sita uttanfyri til tríggjar teir næstu dystirnar.

Teir eru: 
12. apríl (í morgin): Víkingur
17. apríl, skírisdag: HB
21. apríl, 2. páskadag: B36

Allir hesir dystirnir verða spældir í Klaksvík

Síðstnevndi dystur er steypadystur. KÍ vann á HB í 1. umfari mánakvøldið - við millum annað Árna Frederiksberg á liðnum. Tá spældi Ahmed Latif eisini við. Sambært bolt.fo og onkrari reglugerð hjá FSF er tó ivasamt, um 22-ára gamli vinstri bakkurin hevði loyvi til tess. Hetta málið er sum skilst eisini í gongd, men tað er heldur ivasamt hvørjar avleiðingar, hetta kann fáa.

Viðvíkjandi málinum um Árna Frederiksberg so er at undrast á, at tað hevur tikið so long tíð at viðgerða hetta. Niðurstøðan kom tíggju dagar eftir hendingina, og tað burdi verið avgreitt skjótari - eisini nú hetta er nýtt við videoupptøkum í Føroyum.

KÍ kann ikki kæra málið aftur. Tá tað hevur verið í Aganenvdini, so skal revsingin vera á minst fimm dystir, áðrenn tað kann fara víðari í yvirkærunevndina hjá FSF.

Vegleiðingin um leikbann hjá FSF sæst annars HER

Dagført: 11.10

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder