
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava á fyrsta sinni sett eitt lið til ein undankappingardyst hjá A-landsliðnum.
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Benjaminsen, Andrias Edmundsson, Oddmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen - Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Hanus Sørensen - Petur Knudsen
Á bonkinum eru:
Mattias Lamhauge, Ari í Haraldsstovu Petersen, Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Johansen Chukwudi, Páll Andrasson Klettskarð, Meinhard Egilsson Olsen, Arnbjørn Svensson, René Shaki Joensen, Adrian Rúnason Justinussen, Geza David Turi, Poul Kallsberg og Noah Mneney
Útfrá gitingunum hjá summum miðlum er tað heldur óvæntað, at Víkinga-málverjin Bárður á Reynatrøð byrjar inni frammanfyri Mattias Lamhauge. Bárður hevur ikki sæð sannførandi út fyrstu kappingardystirnar í ár, men hevur spælt seinastu landsdystirnar og er í betri dystarrútmu enn eykamálverjin hjá Fredricia.
Mattias Lamhauge situr aftur á bonkinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Jann Benjaminsen er valdur frammum Jóannes Kalsø Danielsen, hóast nøkur stór mistøk fyrstu Betrideildardystirnar.
Árni Frederiksberg byrjar á høgra vongi og fær sín fyrsta A-landsdyst í yvir fimm ár. Petur Knudsen verður fremsti maður og fær stóra uppgávu.
Fyrsta bríksl á Malšovická leikvøllinum, við plássi til umleið 9.000 fólk, verður klokkan 19.45 føroyska tíð. Dysturin sæst í kringvarpinum og hoyrist á FM1. Portalurin hevur beinleiðis blogg (tekstfrásøgn við myndum) og síðani ymiskt tilfar eftir dystin.
Undankapping til HM 2026 - bólkur L
1. umfar, leygardagin 22. mars
19.45: Kekkia - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald